Tað gongur einki hjá 07 Vestur

1. DEILD: Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið, tá ið KÍ í kvøld vann á heimavølli

Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið í Klaksvík í kvøld

Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið í Klaksvík í kvøld

Nú kappingin í næstbestu deildini er fimm umfør gomul, bíða teir í 07 Vestur framvegis eftir fyrsta sigrinum.

Í góðveðrinum í kvøld var 07 Vestur gestur í Klaksvík, og teir næstbestu hjá KÍ vunnu 1-0.

Talan var um góðar støður og málmøguleikar í báðum endum.

KÍ sigursmálið skoraði ein gamal kenningur. Tað restaðu tjúgu minuttir, tá ið Hjalgrím Elttør við beinleiðis frísparki sendi bóltin í málið aftanfyri málverjan hjá 07 Vestur Rafael Henriques Vasques Veloso.

07 Vestur hevur spælt tríggjar dystir javnar og tapt tveir.

KÍ hevur vunnið tveir dystir, spælt ein javnan og tapt tveir.

Í sætta umfari fær KÍ vitjan av HB, og 07 Vestur fær vitjan av AB.

Hjalgrím Elttør skoraði sigursmálið í Klaksvík í kvøld