Juventus í finaluni

Champions League: Sum væntað eydnaðist tað í kvøld Juventus at spæla seg í Champions League finaluna

Juventus úr Italia verður annar parturin av Champions League finaluni, sum verður leikt fríggjakvøldið 3 juni í Cardiff í Wales.

 

Tað gjørdist greitt í kvøld, tá Juventus vann seinnu hálvfinaluna á heimavølli móti franska liðnum, AS Monaco. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Juventus vann 2-1, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 2-0.

 

Juventus var eisini greiður favorittur undan dystinum, tí í fyrru uppgerðini, sum var spæld í Monaco, vann Juventus eisini 2-0.

 

Sostatt er møguleiki fyri at legendariski málverjin hjá Juventus, Gianluigi Buffon, í ár kann vinna Champions League steypið. Hann hevur ongantíð vunnið tað áður, men hevur vunnið mestsum alt annað, ið vinnast kann í fótbólti. Millum annað allar kappingarnar í italskum fótbólti, umframt eisini heimsmeistaraheitið við Italia í 2006.

 

Í annaðkvøld verður greitt hvat mótstøðuliðið hjá Juventus verður í Champions League finaluni. Tað skal vera heilt løgið, um tað ikki vera verandi Champions League vinnararnir úr Real Madrid, sum í sínari fyrru hálvfinalu vunnu 3-0 móti grannunum úr Atletico Madrid.

 

Juventus – AS Monaco 2-1 (2-0) Juventus víðari við samanløgdum 4-1 sigri.

1-0 Mario Mandzukic, 33.

2-0 Dani Alves, 44.

2-1 Kylian Mbappé, 69.