Tað stendur Messi á øllum

Champions League: Lionel Messi vísti heimsklassa í 3-0 sigrinum á Liverpool

FC Barcelona vann í kvøld fyrru hálvfinaluna í Champions League móti Liverpool. Úrslitið bleiv 3-0. Stóri spælarin á vøllinum var Lionel Messi, sum skoraði tvær ferðir. Serliga málið til 3-0 var ein sonn frísparksperla.

Tað var annars ein javnur dystur meginpartin av tíðini. Í fyrra hálvleiki legði Liverpool trýst á FC Barcelona, sum onkuntíð var um at koma sær í óføri. Men júst sum Liverpool sá út til at hava funnið stevið, so skoraði Luis Suarez eftir eitt lágt innlegg frá Jordi Alba.

##med2## 

Í seinna hálvleiki mundi Liverpool hava bóltin meir ein stóran part av tíðini, men aftur sló FC Barcelona til. Hesa ferð var tað Lionel Messi, sum var fyrstu á, eftir at Luis Suarez rakti tvørstongina.

Síðani staðfesti Lionel Messi seg sum kongurin av fríspørkum. Úr áleið 25 metrum krúllaði hann bóltin upp í málhorið til 3-0. Ein sonn frísparksperla, sum eisini fekk alt Camp Nou at syngja “Messi, Messi, Messi”.

Liverpool hevði møguleikan at minka um munin, men úr fimm metrum rakti Mohamed Salah stongina. Kjansurin lýsti væl avrikið hjá Liverpool, sum var gott, men stong út. Týskvøldið í komandi viku møtast liðini aftur á Anfield. 

Champions League hálvfinalur:

FC Brcelona – Liverpool 3-0 (1-0)

1-0  Luis Suarez, 26

2-0  Lionel Messi, 75

3-0  Lionel Messi, 82

 

Í gjár:

Tottenham – Ajax 0-1 (0-0)

0-1 Donny Van de Beek, 15