Tað størsta Bjartalíð nakrantíð hevur upplivað (FM1)

(FM1) Sendingin "Gullradio" á FM1 ringdi til Jóannes Bjartalíð, ið er til royndarvenjing í Noregi í hesum døgum

FM-sigurin er tað størsta Jóannes Bjartalíð hevur upplivað

FM-sigurin er tað størsta Jóannes Bjartalíð hevur upplivað

##med2##

Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen eru farnir at venja hjá Raufoss, sum spælir í næstbestu norsku deildini. Men Jóannes Bjartalíð gav sær tíð til at práta við FM1 í sendingini "Gullradio" á FM1 seinnapartin í dag.

Jóannes Bjartalíð greiðir frá, at tað sum hann upplivdi á ovara vølli í Gundadali í Havn farna leygardag er nógv tað størsta hann hevur upplivað. Tað slær sjálvt steypasigurin í 2016 sum var ein stórhending í sær sjálvum, tí tá hevði KÍ einki vunnið í 17 ár. 

Jóannes sigur, at hann og Jákup eru farnir til Noregs fyri at royna hvussu teir eru fyri í mun til spælararnar hjá Raufoss, og Jóannes heldur, at hann og Jákup hava staðið seg væl undir venjingunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jóannes Bjartalíð í sendingini "Gullradio" seinnapartin. 

 

 

FM-sigurin er tað størsta Jóannes Bjartalíð hevur upplivað

(Gullradio-samrøða við Jóannes Bjartalíð)