Tað var eingin slingur í valsinum

HB og NSÍ vunnu stórsigrar, og at enda eydnaðist tað Víkingi at fáa bilbukt við EB/Streym

Tað gekk soleiðis, sum tað út frá støðutalvuni kundi roknast við, tá ið tríggir dystir í Betri deildini vóru á skránni seinnapartin.

HB hevur mangan vunnið stórt ímóti ÍF, og soleiðis var tað eisini ídag. HB vann 6-0 og hevur við sigrinum otað seg nærri toppinum. Tá ið tað er so tætt, sum tað er, so hevur tað stóran týdning at skjóta nógv mál.

Tá ið teir fóru at hvíla seg, stóð tað 1-1 á Argjum, men í seinna hálvleiki vísti NSÍ enn einaferð, at tað býr øgiliga nógv orka í liðnum. Klæmint A. Olsen skoraði tvey mál og styrkti sína støðu á máltindum, og NSÍ vann 5-1.

Í Sarpugerði sá tað leingi út til, at EB/Streymur fór at endurtaka javnleikin á sama vølli fyrr í summar.

Tað var tætt og javnt, og EB/Streymur hevði tvær ferðir bóltin á stólpanum aftanfyri Víkingamálverjan.

So skoraði Gunnar Vatnhamar tvey mál og legði Víking framum 2-0, áðrenn innskifti Arnbjørn Hansen minkaði um munin, so Víkingur vann 2-1.

NSÍ er topplið, og B36 og KÍ eru á næstu plássunum. Mikukvøldið hittast KÍ og B36 í Klaksvík.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Víkingur – EB/Streymur 2-0 (0-0)

1-0: Gunnar Vatnhamar

2-0: Gunnar Vatnhamar

2-1: Arnbjørn Hansen

 

HB – ÍF 6-0 (2-0)

1-0: sjálvmál

2-0: René S. Joensen

3-0: Ari Mohr Olsen

4-0: Ari Mohr Olsen

5-0: Adrian Justinussen

6-0: Hørður Askham

 

AB – NSÍ 1-5  (1-1)

1-0: Hans Jákup Annfinsson

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Petur Knudsen br

1-3: Klæmint A. Olsen

1-4: Bárður J. Hansen

1-5: Jann Benjaminsen

 

Í gjár

B36 - TB 3-1 (2-1)

1-0: Stefan Radosavljevic 3.

2-0: Lukasz Cieslewicz 33.

2-1: Ragnar Tausen 41.

3-1: Alex Mellemgaard br 71.

 

KÍ - Skála 2-2 (2-2)

1-0: Boris Dosljak 2.

2-0: Jóannes Bjartalíð 22.

2-1: Haraldur R. Højgaard 43.

2-2: sjálvmál 45.+2.

 

NSÍ

18

13

3

2

49

19

42

B36

18

13

2

3

31

15

41

17

12

3

2

40

13

39

HB

19

11

5

3

48

18

38

Víkingur

19

12

2

5

40

25

38

Skála

19

8

1

10

22

23

25

TB

19

5

3

11

16

36

18

AB

19

3

2

14

20

52

11

EB/Streymur

19

2

3

14

18

45

9

ÍF

19

1

2

16

14

52

5

 

Mikudagin

Útsettur frá 15. umfari

KÍ – B36

Sunnudagin 25. august

EB/Streymur - KÍ

ÍF – TB

Skála - NSÍ

HB – Víkingur

AB – B36