Tað var trivaligt tap í Montenegro

Føroyingar høvdu einki skot innanfyri málstólparnar, meðan heimaliðið hevði tíggju atsóknir

Tað gongur einki serligt hjá føroyingum í altjóða fótbólti í hesum døgum.

Í gjárkvøldið tapti A-landsliðið 4-0 á heimavølli ímóti Svøríki. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Í kvøld var U-21 landsliðið í europeiska eldinum. Setningurin var at vinna mál og stig á útivølli ímóti Montenegro. Tað riggaði ikki. Heimaliðið vann 3-0. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Tølini siga frá gongdini. Meðan føroyingar ongantíð raktu innanfyri málkarmin og einaferð í seinna hálvleiki sendu bóltin við síðuna av heimamálinum, so hevði Montenegro seks skot, har bólturin rakti innanfyri málkarmin og fýra skot, tá ið bólturin fór við síðuna av málinum.

Tað vórðu tríggir minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini í seinna hálvleiki, og teir tríggir minuttirnir vóru langir fyri føroyska liðið, tí tá hevði heimaliðið fleiri vandamiklar atsóknir, men tað eydnaðist at sleppa undan størri tapi enn 3-0.

Tvey tey síðstu málini vóru við brotssparki – tá ið hálvur tími var farin og í síðstu løtu undan steðginum.

6. juni taptu Føroyar 3-1 á heimavølli ímóti Kasakstan. Málmunurin eftir tveir dystir er 1-6.

Næsti dysturin verður týskvøldið á útivølli suðuri í Makedonia.