Talv: Helgi á odda - Olaf sigraði á stórmeistara

Støðan broyttist í oddanum í FM-bólkinum í einstaklingakappingini í talvi í næstsíðsta umfari í gjár

Olaf Berg (høgrumegin) vinnur á danska stórmeistaranum Carsten Høi í gjár. Olaf møtir Helga Dam Ziska í síðsta umfari í dag í rættari FM-finalu.

Olaf Berg (høgrumegin) vinnur á danska stórmeistaranum Carsten Høi í gjár. Olaf møtir Helga Dam Ziska í síðsta umfari í dag í rættari FM-finalu.

Tað var telvað við størri kraft og flogi í gjár enn fyrradagin. Helgi syfti Hans Kristian Simonsen sum ein vøtt og vann flott og elegant í góðum álopstalvi. Á øðrum borðum lagaðu úrslitini seg eisini eftir vild hjá okkara stórmeistara.
Lettiski stórmeistarin Normunds Miezis var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár. Svin Drazen Dragicevic knógvaði honum í einum spennandi og vælleiktum talvi. 
Og so var Olaf Berg aftur í rætta lagnum í gjár. Danski stórmeistarin Carsten Høi varð koppaður í einum roktalvi, har Olaf væl upplagdur fekk høvið at vísa síni kynstur og taktisku evni. Hetta er onnur ferðin seinasta árið, at Olaf vinnur á fleirfalda danmarkarmeistaranum.
Fjórða talvið í gjár var ógvuliga friðarligt. Carl Eli og Sjúrður samdust um remis eftir nakrar leikir. Sostatt slapp Sjúrður úr óndu ringrásini við fleiri ósigrum á rað. 

Støðan í Landsliðsbólkinum undan síðsta umfari:
GM Helgi Dam Ziska, HT 4½ stigDrazen Dragicevic (Svøríki) 4GM Normunds Miezis (Lettland) 4FM Olaf Berg, HT 3½FM Hans Kristian Simonsen, KT 3GM Carsten Høi (Danmark) 3FM Carl Eli Samuelsen, HT 1½Sjúrður Thorsteinsson ½

Helgi og Olaf í FM-finalu
Í seinasta umfari í dag møtast Helgi Dam Ziska og Olaf Berg. Vinnur Olaf við hvíta fólkinum, stendur á jøvnum teirra millum, og tá áseta reglurnar umdyst um FM-heitið. Vinnur Olaf ikki, verður Helgi føroyameistari.
Hendir tað, er tað triðja árið á rað, at okkara stórmeistari er føroyameistari. Tað er bara komið tvær ferðir fyrr eftir stovnan Talvsambandsins, at telvari vinnur FM-heitið tríggjar ferðir í eitt koyr. Fyrra ferðin var, tá Luitjen Apol úr Havnar Telvingarfelag vann árini 1974, 1975 og 1976. Heini Olsen, sáli, úr Klaksvíkar Talvfelag endurtók bragdið við trimum FM-sigrum á rað árini 1991, 1992 og 1993.
Vinnur Helgi í ár er tað hansara fimta FM-heitið fyri einstaklingar. Hann kemur tá upp undir liðina á Heina Olsen og verður mest vinnandi núlivandi telvari hvat sigrum í FM-einstaklingakappingini viðvíkur.
Í 7. og seinasta umfari í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum: 
Olaf - HelgiDragicevic - HøiSjúrður - MiezisHans Kristian - Carl Eli

Hinir bólkarnir
Hin blaðungi Luitjen A. Apol hugtekur øll við flottu sigursrøðini í 1. bólki. Hann hevur longu tryggjað sær sigurin í bólkinum og atgongd til FM-bólkin næsta ár. 
Í almenna bólkinum er hørð kapping um sigurin. Spenningurin er ikki minni í unglingabólkinum. Elias Petersen, sum hevur verið fremstur allan vegin, var fyri sínum fyrsta ósigri í gjár í talvinum móti Rógva Mørkøre. Benjamin Reinert Fjallheim nýtti høvið til at leggja seg á odda í bólkinum, og í síðsta umfari í dag møtast teir báðir oddafiskarnir í einari rættari FM-finalu sínamillum.

1. bólkur Luitjen A. Apol, HT 5½, Leif Reinert Fjallheim, HT 4 Jóanes Vitalis Hansen, HT 4 Herluf Hansen, HT 4

Almennur bólkur: Heðin Gregersen, KT 5Jaspur T. Gaard, HT 4½Sjúrður Olsen, VT 4

Unglingar: Benjamin Reinert Fjallheim, HT 5½Elias Petersen, HT 5Flóvin Matras Tummasarson, KTF 4½

Flest FM-heiti 
Telvað hevur verið um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar síðani 1938. Í fyrsta umfari varð telvað til 1956, so var íhald í nøkur ár, byrjað var ikki aftur fyrr enn Talvsamband Føroya var stovnað í 1970. Síðani 1972 hevur verið telvað regluliga um FM á hvørjum ári um páskirnar.
Stóri FM-kongurin í føroyskari telving er Palli Henriksen (1902-1980) úr Havn. Hann vann flestu ferðirnar, ið telvað var um FM-heitið árini fyri stovnan Talvsambandsins.
Niðanfyri sæst hvørjir hava vunnið meistaraheitið oftast.
J.P. Henriksen, HT 9  (1938, 1939, 1945, 1946, 1948, 1949, 1950, 1951, 1952)Heini Olsen, KTF 5  (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)Tórarinn Evensen, HT 4  (1947, 1953, 1955, 1956)Jens Chr. Hansen, TT 4  (1979, 1981, 1982, 1985)Martin Poulsen, HT 4  (2003, 2004, 2006, 2009)Helgi Dam Ziska, HT 4 (2008, 2011, 2017, 2018)

FM-vinnarar síðstu árini
2008 Helgi Dam Ziska, HT2009 Martin Poulsen, HT2010 Olaf Berg, ST2011 Helgi Dam Ziska, HT2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST2013 Olaf Berg, HT2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST2017 Helgi Dam Ziska, HT2018 Helgi Dam Ziska, HT
Farið verður undir seinasta umfar í FM-kappingini í dag klokkan 14:00. Telvað verður á Finsen í Havn. Ókeypis er at støkka inn á gólvið, eisini ber til at síggja talvini leik fyri leik á netinum - leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Olaf Berg (høgrumegin) vinnur á danska stórmeistaranum Carsten Høi í gjár. Olaf møtir Helga Dam Ziska í síðsta umfari í dag í rættari FM-finalu.