Talv: Helgi flott FM-hattrick

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kapping

Teir tríggir fremstu í víðkaða FM-bólkinum í talvi í ár. Frá vinstru: Normunds Miezis úr Lettland (Nr 3), Helgi Dam Ziska, vinnari og føroyameistari, og Drazen Dragicevic úr Svøríki (Nr 2)

Teir tríggir fremstu í víðkaða FM-bólkinum í talvi í ár. Frá vinstru: Normunds Miezis úr Lettland (Nr 3), Helgi Dam Ziska, vinnari og føroyameistari, og Drazen Dragicevic úr Svøríki (Nr 2)

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann bæði meistaraheiti og altjóða kappingina, sum skipað var fyri í samband við FM-talvkappingina fyri einstaklingar, sum endaði í dag.

Helgi fór ósigraður gjøgnum alla kappingina. Hann vann fýra talv og telvaði trý jøvn. Hann fekk tí 5½ stig av sjey møguligum, og endaði eitt hálvt stig framman fyri tveir av útlendsku gestatelvarunum í bólkinum.

Útlendsku telvararnir vóru danski stórmeistarin Carsten Høi - danmarkarmeistari 1978, 1986 og 1992 - lettiski stórmeistarin Normunds Miezis - lettiskur meistari 1991 og 2006 - og sviin Drazen Dragicevic.

Útlendsku telvararnir vóru bodnir við, so at kappingin kundi fáa altjóða gildi. Endamálið var, at føroysku telvararnir kundu royna at vinna sær norm til altjóða IM-heiti, men av tí at ov fáir av fremstu føroysku telarunum vóru við, var luttakaratalið í bólkinum lækkað niður í átta. Tað bar so í sær, at Landsliðsbólkurin fekk ikki gildi sum IM-kapping kortini. Av føroyskum topptelvarum, sum kundu styrkt FM-bólkin, kunnu nevnast Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, John Arni Nilssen, Martin Poulsen o.a.

 

FM-finala

Talvið millum Helga Dam Ziska og Olaf Berg í síðsta umfari í dag fekk støðu sum FM-finala, tí Olaf var tann einasti av føroysku telvarunum, sum kundi fáa Helga aftur. Útlendsku telvararnir vóru ikki partur av kappingini um sjálvt FM-heitið. 

Men talvið millum FM-finalistarnar gjørdist ongantíð av álvara spennandi. Helgi telvaði væl og vann trygt við svarta fólkinum. Olaf royndi seg við dupultari fiancetto, men uppbyggingin var nóg so varlig, av tí sama kom fólkið hjá honum at standa heldur óvirkið. Helgi bygdi upp fínan posisjónellan struktur frúgvarmegin, og vann bæði instruktivt og sannførandi.

Helgi endaði einsamallur á 1. plássi. Eitt hálvt stig aftari vóru Dragicevic og Miezis, sum báðir telvaðu ógvuliga væl og vunnu flottar sigrar í dag móti ávikavist Carsten Høi og Sjúrði Thorsteinssyni.

Fjórða talvið í dag var millum Hans Kristian Simonsen og Carl Eli Samuelsen, og tað endaði remis eftir fáar leikir.

Endaliga støðan í FM-bólkinum:

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2540 5½ stig

2. FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334 5 stig

3. GM Normunds Miezis (Lettland) 2468 5 stig

4. FM Hans Kristian Simonsen, KT 2147 3½ stig

5. FM Olaf Berg, HT 2212 3½ stig

6. GM Carsten Høi (Danmark) 2354 3 stig

7. FM Carl Eli Samuelsen, HT 2196 2 stig

8. Sjúrður Thorsteinsson, HT 2228 ½ stig

Teir tríggir fremstu í víðkaða FM-bólkinum í talvi í ár. Frá vinstru: Normunds Miezis úr Lettland (Nr 3), Helgi Dam Ziska, vinnari og føroyameistari, og Drazen Dragicevic úr Svøríki (Nr 2)