Talv: Linligur føroyskur dagur

Lítið plúmm var í føroysku telvarunum í fimta umfari í víðkaðu FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár.

Helgi Dam Ziska lat sjálvboðin oddasessin frá sær til Normunds Miesiz, tá ið hann longu eftir sjey leikir sættaðist við remis móti Carsten Høi.

Hví Helgi ikki bjóðaði til at gera eina roynd at vinna á danska mótstøðumanninum, sum er útivið 200 ratingstig aftari enn hann, og sum hann longu 14 ára gamal var mentur at vinna á, tá ið hann tryggjaði sær fyrsta IM-normin í Politiken Cup í 2005, er at undrast á.

Miezis tók av gylta møguleikanum at vinna aftur leiðsluna einsamallur. Olaf Berg formáddi sær einki við hvíta fólkinum móti lettiska stórmeistarnum, og fór skeivur longu í sjálvari byrjanini. Telduforritið vildi vera við, at Olaf sat við taptari støðu longu í níggjunda leiki. Tað er ov ússaligt. Neyðin hjá Olafi er, at sveiggini eru óvanliga stór. Ein góðan dag telvar hann sum ein stórmeistari, dagin eftir er einki høpi í.

Carl Eli Samuelsen noyddist eisini at dvína fyri svenska telvaranum, og hjá Sjúrði Thorsteinssyni stendur framvegis í botni. Móti einum vælleikandi Hans Kristiani Simonsen mátti Sjúrður aftur leggja kongin í gjár.

Støðan í FM-bólkinum eftir 5 umfar:

GM Normunds Miezis, 2468 (Lettland) 4 stig

GM Helgi Dam Ziska, 2540, HT 3½

FM Hans Kristian Simonsen, 2147, KT 3

GM Carsten Høi, 2354 (Danmark) 3

FM Drazen Dragicevic, 2334 (Svøríki) 3

FM Olaf Berg, 2212, HT 2½

FM Carl Eli Samuelsen, 2196, HT 1

Sjúrður Thorsteinsson, 2228, HT 0 stig

 

Helgi nærkast FM-sigrinum

Bara tvey umfør eru nú eftir í FM-kappingini. Í sætta og næstsíðsta umfari í dag verður telvað soleiðis í FM-bólkinum:

Helgi - Hans Kristian

Carl Eli - Sjúrður

Miezis - Dragicevic

Høi - Olaf

Helgi Dam Ziska kann tryggja sær FM-heitið í dag. Vinnur hann á Hans Kristiani, og Olaf Berg ikki vinnur á Carsten Høi - sum hann annars vann á í árligu Politiken Cup kappingini í fjør summar - tá er sjálv FM-kappingin avgjørd, tí eingin av føroysku telvarunum verður tá mentur at fáa Helga aftur.

Annað er, hvør vinnur kappingina og høvuðsvinningin. Her liggur Normunds Miezis best fyri, men Drazen Dragicevic kann gerast honum boysin mótstøðumaður í dag. 

Hinir bólkarnir

Veruliga føroyska ljósglæman í FM-kappingini er 13 ára gamli Luitjen A. Apol, sum er flúgvandi í 1. bólki. Unglingaføroyameistarin hevur 4½ stig eftir fyrstu fimm umførini og er klárt á odda í bólkinum.

Í almenna bólkinum gongur meira javnt á, men Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag er í løtuni fremstur.

Í unglingabólkinum gongur tað strúkandi hjá Eliasi Petersen úr Havnar Telvingarfelag, sum hevur vunnið øll talvini higartil.

1. bólkur

Luitjen Apol, HT 4½

Leif Reinert Fjallheim, HT 3

Herluf Hansen, HT 2½

Almenni bólkurin

Heðin Gregersen, KTF 4

Einar Gregersen, KTF 3½

Jaspur T. Gaard, HT 3½ 

Unglingar

Elias Petersen, HT 5

Benjamin Reinert Fjallheim, HT 4½

Flóvin Matras Tummasarson, KTF 3½

Farið verður undir sætta umfar klokkan 14.00 í dag. Telvað verður á Finsen í Havn. FM-kappingin endar í morgin.