Talv: Luitjen og Høgni javnir

Eftir fjórða umfar í FM-kappingini í talvi sunnudagin stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag

14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol mátti sunnudagin sættast við remis móti Heiðriki Jacobsen. Líkt var til, at tap var í hendi hjá Luitjeni, men honum eydnaðist at fáa talvið javnt. Høgni vann trygt á Margari Berg.

Hans Kristian Simonsen og Rani Nolsøe útsettu sítt sínamillum talv í fjórða umfari til mikudagin.

Støðan í Landsliðsbólkinum:

1.-2. Høgni Egilstoft Nielsen ST 3½

1.-2. Luitjen A. Apol HT 3½

3 Heðin Gregersen KTF 2½

4 Andrias Danielsen TT 2

5 Hans Kristian Simonsen KT 2

6 Heiðrikur Jacobsen HT 1½

7 Rani Nolsøe KTF ½

8 Margar Berg HT 0

Sjey umfør eru í bólkinum. Telvað verður aftur fríggjadagin og tvey umfør leygardagin. Oddafiskarnir Høgni og Luitjen møtast í síðsta umfari. Spurningurin er, um talvið teirra millum fer at fáa støðu sum verulig FM-finala.

Ungir úrmælingar

Høgni Egilstoft Nielsen er yngsti føroyameistari í talvi. Hann vann Landsliðsbólkin í 2014 við fullum stigatali, einans 17 ára gamal.

Helgi Dam Ziska var eisini 17 ár, tá hann í 2008 vann sítt fyrsta FM-heiti. Helgi hevði møguliga vunnið FM-heitið fyrr enn so, legði hann seg eftir tí, men hann ferðaðist heldur til kappingar í útlondum um páskirnar tey árini.

Skuldi Luitjen vunnið í ár, er hann nógv hin yngsti FM-vinnarin í einstaklingstalvi. Til sammetingar kann nevnast, at Helgi Dam Ziska vann sín fyrsta IM-norm sum 14 ára gamal.

Annað er so, at vánirnar og menningarmøguleikarnir hjá eitt nú Luitjeni at luttaka meira tíðum í kappingum uttanlands eru skerdir, nú Korona herjar.

Hinir bólkarnir

Í almenna bólkinum eru Flóvin M. Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag og Silas Hannesarson javnir við 3½ stigi hvør. Silas hevur einki ratingtal, og stendur heldur ikki sum limur í talvfelag, so hann hevur tikið øll á bóli.

Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 3½ stigi.