Talv: Nú byrjar endaspurturin

Nú verður farið undir endaspurtin í landskappingini í talvi millum feløg

Mynd: (Talvsambandið) Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við hvíta fólkinum móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í dysti millum oddaliðini 1. desember í fjør. Í løtuni stendur á jøvnum millum kappingarneytarnar.

Mynd: (Talvsambandið) Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við hvíta fólkinum móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í dysti millum oddaliðini 1. desember í fjør. Í løtuni stendur á jøvnum millum kappingarneytarnar.

Fyri dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í dag stendur á jøvnum í fremstu deildini millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og føroyameistarnar úr Sandavágs Talvfelag. Bæði liðini hava 24 stig. Klaksvíkar Talvfelag hevur á triðja plássi 18½ stig, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi í dag.

Í áttanda umfari fyri viku síðani máttu vágamenn sættast við 2-2 móti klaksvíkingum. Tað bar í sær, at havnarmenn við 4-0 sigri á kollfirðingum løgdu seg upp á síðuna á føroyameistarunum.  Í seinasta umfari, sum verður 21. mars, møtast oddaliðini í avgerandi dysti sínamillum. Men hvørjar fyritreytirnar fyri tann dystin, sum ivaleyst fer at fáa støðu sum FM-finala, fara at vera, fæst at síggja í dag.

Vágamenn hava her helst ein lítlan fyrimun, tí uppgávan hjá havnarmonnum móti klaksvíkingum sær møtimeiri út enn dysturin hjá sandavágsmonnum móti vestmenningum. Men vestmenningar eru í sínum lagi í hørðum stríði við kollfirðingar um hvør av teimum skal varðveita sætið í deildini, og hevur tí alt at spæla fyri.

Við øðrum orðum valdar stórum spenningur bæði í toppi og botni í 1. deild.

Støðan í 1. deild:

Havnin 24 stig

Sandavágur 24

Klaksvík 18½

Havnin B 12

Vestmanna 9

Kollafjørður 8½

9. umfar:

Havnin-Klaksvík

Vestmanna-Sandavágur

Havnin B-Kollafjørður

 

Úrtøkan hjá oddaliðunum

Vit kunnu til stuttleikar seta upp úrtøkuna hjá teimum, sum hava mannað oddaliðini í landskappingini í vetur. Telvararnir eru nevndir í borðrøð:

Havnar Telvingarfelag

1 Helgi Dam Ziska 5½/6

2 Martin Poulsen 3½/4

3 Olaf Berg 3/4

4 Carl Eli Samuelsen 1/2

5 Sjúrður Thorsteinsson 3½/5

6 Luitjen Akselson Apol 5/7

7 Rógvi Mortensen 0/1

8 Leif Reinert Fjallheim 1½/2

9 Andrias Ziska 1/1

Sandavágs Talvfelag

1 Høgni Egilstoft Nielsen 5/8

2 Rógvi Egilstoft Nielsen 6½/8

3 Silas Eyðsteinsson 2½/5

4 Torkil Nielsen 7/8

5 Bernhard Augustinussen 2/2

6 Ingi Wiberg 1/1

Klaksvík fremst í hinum deildunum

Standa teir seg ikki av álvara í hørðu kappingini við havnarmenn og vágamenn um sjálvt FM-heitið, eiga klaksvíkingar felagið, sum hevur størstu breiddina. Tað man oddastøðan í bæði 2. deild og 3. deild geva ábendingar um.

Støðan í 2. deild:

Klaksvík 22½ stig

Havnin 19

Kollafjørður 17½

Sandavágur 14

Runavík 13

Gøta 10

Dystirnir í 9. umfari:

Klaksvík-Kollafjørður

Havnin-Sandavágur

Runavík-Gøta

 

Toftamenn bjóða av

Tofta Talvfelag gevur klaksvíkingum ein skarpan gang í 3. deild í stríðnum um uppflyting í 2. deild. Bara eitt hálvt stig er á muni millum fremstu liðini í 3. deild.

Støðan í 3. deild:

Klaksvík 24½

Toftir 24

Havnin 21

Kollafjørður 20½

Sandavágur B 19½

Rókur 15½

Sandavágur 15

Runavík 13½

Vestmanna 11

Kollafjørður B 11

Havnin B 4½ 

Dystirnir í dag:

Klaksvík-Kollafjørður B

Havnin B-Toftir

Kollafjørður-Vestmanna

Rókur-Sandavágur B

Runavík-Sandavágur

Allir dystirnir í níggjunda umfari í dag sunnudagin byrja klokkan 14.00. Landskappingin í talvi endar leygardagin 21. mars.

Mynd: (Talvsambandið) Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við hvíta fólkinum móti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag í dysti millum oddaliðini 1. desember í fjør. Í løtuni stendur á jøvnum millum kappingarneytarnar.