Talv: Stórsigur í toppdysti

Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag

Frá talvolympiaduni í Batumi í 2018. John Rødgaard - í miðjuni í myndini - var fimti maðurin á føroyska OL-landsliðnum. Hinir eru f.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen.

Frá talvolympiaduni í Batumi í 2018. John Rødgaard - í miðjuni í myndini - var fimti maðurin á føroyska OL-landsliðnum. Hinir eru f.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen.

Havnarmenn gjørdu bart í dystinum móti Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í landskappingini í talvi í dag. Dystirnir í øllum deildum í fimta umfari vórðu telvaðir í Vestmanna í stórum felagstiltaki sunnudagin.

Úrslitið í dystinum millum oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag var 3½-½ til Havnina. Hetta var ein endurtøka av úrslitinum í útsetta, avgerandi finaludystinum um FM-heitið í mai í ár.

Eins og í tí dystinum var remis á 1. borði, annars gjørdu havnarmenn slætt borð. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska mátti aftur sættast við remis, hesaferð móti Rógva Egilstoft Nielsen. Talvið var stutt, bara 17 leikir.

Martin Poulsen koppaði aftur sínum manni á 2. borði - hesaferð føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen. Martin er ein listilærdur stríðsmaður. Hann fellur ikki í fátt, um støðan ikki er tann besta, og tíðin er knøpp. Soleiðis var eisini í dag. Í spentari støðu snýtti hann Høgna og streyk avstað við sigrinum.

Olaf Berg vann á 3. borði á Silas Eyðsteinsson. Í eini javnari støðu í miðtalvinum hevjaði Olaf sítt spæl. Hann fann virknar og skapandi leikir og vann sær so líðandi ein avgerandi fyrimun.

Á 4. borði vann Carl Eli Samuelsen á Torkil Nielsen. Carl Eli fekk ein fyrimun, men hann svann so líðandi, longur út í talvið, teir komu, og í endatalvinum var líkt til, at støðan var jøvn. Carl Eli helt kortini á at stríðast, og til endans snávaði Torkil.

Trygga leiðslan hjá vágamonnum reyk næstan øll sum hon var við dystinum í dag. Hetta er triði dysturin á rað millum hesi bæðini toppliðini, at havnarmenn vinna 3½-½.

Luitjen í stórum stíli

14 ára gamli Luitjen Akselson Apol vann í stórum stíli á Ólavi Simonsen á 1. borði í dystinum millum Havnina B og Klaksvík. Dysturin endaði 2-2. Talvið er enn eitt dømi um eyðsýndu gávurnar hjá okkara mest spennandi telvara í løtuni.

Terji Petersen javnaði við sigri á Margar Berg á 4. borði. Á hinum borðunum var javnt. Frændurnir Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe móti Rógva Mortensen og Herluf Hansen.

Hitt liðið hjá klaksvíkingum vann á kollfirðingum. Úrslitið var 2½-1½ til Klaksvík B. Remis á 1. borði millum Finnbjørn Vang og Hans Kristian Simonsen, Haldur Suni Johansen og Tummas Martin Sólsker vunnu á 2.-, og 4. borði á ávikavist Bernhard Thomsen og Rógva Mørkøre, á 3. borði vann Eivind Jacobsen á Ingolf Gaard.

Úrslit í 1. deild (5. umfar)

Havnin - Sandavágur 3½ - ½

Havnin B - Klaksvík 2- 2

Klaksvík B - Kollafjørður 2½ - 1½

Havnin - Sandavágur 3½ - ½

GM 2535 Helgi Dam Ziska - 2351 Rógvi Egilstoft Nielsen ½ - ½

2284 Martin Poulsen - 2396 Høgni Egilstoft Nielsen 1 - 0

2229 Olaf Berg - 2030 Silas Eyðsteinsson 1 - 0

2176 Carl Eli Samuelsen - 2159 Torkil Nielsen 1 - 0

Støðan í 1. deild

Sandavágur 13 stig

Havnin 12½

Klaksvík B 9½

Klaksvík A 8½

Kollafjørður 8½

Havnin B 8

Hinar deildirnar

Í 2. deild hava vestmenningar beina kós aftur í 1. deild. Í dag telvaðu vestmenningar kortini javnleik. Kortini er einki sum bendir á, at nakað av hinum liðunum er ment at standa vestmenningum kurl.

Úrslit í 2. deild (5. umfar)

Vestmanna - Havnin 2-2

Runavík - Kollafjørður 0 - 4

Klaksvík - Sandavágur 2½-1½

Støðan í 2. deild:

Vestmanna 15½

Klaksvík 11

Kollafjørður 10½

Havnin 9

Sandavágur 9

Runavík 5

3. deild:

Í triðju deild eru tveir bólkar - seks lið í hvørjum. Úrslitini í dag:

Bólkur 1

Sandavágur-Rókur 1-3

Kollafjørður-Gøta 3½-½

Runavík-Havnin (útsettur)

Støðan

Sandavágur 13

Kollafjørður 12

Rókur 11½

Gøta 11

Havnin 7½

Runavík 1

Her er vert at gáa eftir, hvussu væl unga kollfjarðarmanningin stóð seg móti royndu gøtumonnunum. Eisini fingu sundalgsmenn í Róki ein flottan sigur á oddaliðnum úr Vágum.

Bólkur 2

Klaksvík-Toftir 0-4

Vestmanna-Havnin 4-0

Sandavágur-Rókur 1-3

Støðan

Toftir 16

Rókur 14

Vestmanna 13½

Sandavágur 8

Klaksvík 5½

Havnin 3

Unglingar

Seks lið kappast í nýggjari unglingadeild, men eingin dystur var í dag. Her eru Klaksvík og Havnin í serflokki. Tey møtast í innanhýsis toppdysti um eina viku.

Støðan

Klaksvík 12

Havnin 11½

Sandavágur 4½

Kollafjørður 4½

Klaksvík B 3

Sandavágur B ½

Komið er nú í helvt í liðkappingini. Sætta umfar verður 10. januar 2021. Tíggjunda og síðsta umfar er 13. mars 2021. meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Frá talvolympiaduni í Batumi í 2018. John Rødgaard - í miðjuni í myndini - var fimti maðurin á føroyska OL-landsliðnum. Hinir eru f.v.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Martin Poulsen.