Taptu ímóti Skotlandi

Nú verður trupult hjá Føroyum at vinna EM-smálandakappingina.

Eftir sannførandi 3-0-sigur á Grønlandi í fyrsta dystinum í gjár, so skuldi føroyska manslandsliðið í flogbólti í kvøld royna seg ímóti Skotlandi í EM-smálandakappingini, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn hetta vikuskiftið. Skotland tapti í gjár 3-1 ímóti Íslandi.

Tað gekk einki serligt hjá Føroyum, sum vóru við undirlutan fyrstu tvey settini. Hesi settini endaðu 25-22 og 25-20 til Skotland. Skotland hevði eisini heili fýra dystarbóltar til at vinna 3-0, men Føroyar svaraðu aftur ferð eftir ferð og við 30-28 eydnaðist tað at minka til 2-1 í settum.

Føroyaska avrikið var ikki av tí besta, og tá ið Føroyar so í løtum spældu væl, so spældu skotar stundum enn betur. At enda vóru ikki fleiri føroyskir møguleikar eftir, og skotar avgjørdu í einum frá teirra síðu væl spældum fjórða setti, sum teir vunnu 25-22 og harvið dystin 3-1.

Føroyar spæla í morgin kl.17.00 triðja og seinasta dystin í kappingini. Tá er mótstøðuliðið oddaliðið Ísland, og fyri at Føroyar skulu vinna kappingina, so er í minsta lagi ein 3-0-sigur eitt krav.

Føroyar - Skotland 1-3 (22-25, 20-25, 30-28, 22-25)

Støðan

1. Ísland, 4 stig

2. Skotland, 2 stig

3. Føroyar, 2 stig

4. Grønland, 0 stig