TB á Skála við nýggjum venjara

Skálamenn hóma møguleika fyri góðum endaspurti

Mánadagin varð Zoran Pavlovic sagdur úr starvinum sum venjari hjá TB. Í dag skal TB spæla á Skála, og nú er nýggjur venjari á TB beinkinum. Karl Øster og Tórður Wiberg Holm hava nú ábyrgdina av TB liðnum, sigur TB formaðurin Henrik Thomsen.

Karl Øster hevur higartil í ár verið hjálparvenjari hjá TB. Tórður Wiberg Holm er aftur í barndómsfelagnum. Hann var í 2012 venjari í FC Suðuroy, og spældi við VB 1999 - 2004. Harvið var hann við til at vinna FM við VB í 2000. Annars umboðaði hann sambært faroesoccer.com TB í fremstu røð 1987 – 1998.

Eina viku eftir ólavsøku vann TB 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Síðani tá hevur TB í sjey dystum bara vunnið eitt stig – 1-1 í Fuglafirði. Millum tapini er 2-0 á heimavølli ímóti Skála, sum eisini vann 2-0, tá ið TB í øðrum umfari var á Skála.

Í 2-1 tapinum á heimavølli ímóti EB/Streymi varð Ivan Ivanovic bæði skiftur inn og útaftur. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag. Veljko Vukovic er leikbannaður, og Poul Ingason og Martin Tausen eru tøkir aftur eftir leikbann.

Skálamenn vunnu sunnudagin 2-0 á Argjum. Teir síggja møguleika fyri at enda árið væl, tí umframt TB skulu teir spæla ímóti ÍF á útivølli og EB/Streymi á heimavølli.

Fróði Benjaminsen er leikbannaður, Petur Pauli Mikkelsen er farin av landinum í útbúgvingarørindum, og Niels Pauli Danielsen er skaddur. Edvin Jakobsen er framvegis langtíðarskaddur. Pætur Dam Jacobsen var eftir skaðasteðg í fleiri vikur á vøllinum trettan teir síðstu minuttirnar á Argjum.