TB heldur tørn í Trongisvági

NSÍ hevur verið meiri í álopi, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa bóltin í málið aftanfyri Mads Altschuler

mynd: Televarpið

mynd: Televarpið

Fyrri hálvleikur er liðugur í Trongisvági, har TB í góðum líkindum hevur vitjan av NSÍ. Støðan er málleysur javnleikur.

Fyrsta bríksl var klokkan 16.30, og í fyrra hálvleiki hevur NSÍ verið væl meiri í álopi enn heimaliðið. NSÍ hevur havt fimm hornaspørk, og TB hevur havt tvey hornaspørk. NSÍ hevur havt tríggjar royndir ímóti TB málinum, og TB hevur onga roynd havt ímóti NSÍ málinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði NSÍ tveir góðar møguleikar. Staffan Løkin, sum er í álopinum í staðin fyri Klæmint A. Olsen, ið ikki er við í Suðuroy, sneiddi seg leysan eitt sindur til høgru í brotsteiginum, og so smekkaði hann til, men bólturin fór­­­­ framvið handara stólpa. Og lítla løtu royndi Petur Knudsen seg við frísparki. Bólturin fór omanfyri manngarðin, og Mads Altschuler bjargaði væl til horna. ­

Tíggju minuttir undan steðginum var aftur tætt við. Rógvi Egilstoft spældi við neyvari flatari sending fram til Steffan Løkin, sum rak í brotsteigin eitt sindur í høgru, men Mads Altschuler í TB málinum bjargaði.

mynd: Televarpið