TB hevur nýggja miðverju

B36 hevur vunnið báðar dystirnar ímóti TB higartil í ár við einum máli

Setningurin hjá B36 er at halda tørn í kappingini um toppin og europeisku atgongumerkini. Setningurin hjá TB er at vera betri enn Skála í kappingini um sætta plássið.

Seinnapartin hittast B36 og TB í Gundadali. Hesi bæði liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í summar. 12. mai vann B36 1-0 í Gundadali, og 16. juni vann B36 1-0 í Trongisvági. Í fyrra dystinum skoraði Benjamin Heinesen, og í seinna dystinum skoraði Lukasz Cieslewicz.

Í seinnu uppgerðini varð Stefan Radosavljevic hjá TB vístur av vøllinum í síðstu løtu. Nú umboðar hann B36.

Hjá B36 er miðverjin Erling D. Jacobsen skaddur, og tað er ivasamt, hvønn leiklut Brian Jakobsen, Hugin Samuelsen og Gilla Samuelsen eru førir fyri at spæla.

Hjá TB sóu báðir miðverjarni, Poul Ingason og Ndende Adama Guéye, gult í 2-0 heimatapinum ímóti Skála. Poul Ingason er í dag leikbannaður við sjey gulum kortum, og Ndende Adama Guéye er leikbannaður við fýra gulum kortum.

Teir báðir hava mannað miðverjuna. Tá ið teir ikki eru tøkir, er tað takið hjá venjaranum, Zoran Pavlovic, at skipa miðverjuna av nýggjum frammanfyri stinna málverjan Milos Budakovic.

Tað kemur illa við, at bæði Rógvi Joensen og Ivan Ivanovic eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla ídag.

B36 - TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00