TB keypir tveir danskar verjuspælarar

Aldursforsetin hevur skrivað undir sáttmálar við tveir ungar spælarar, sum hava spælt í triðibestu deildini í Danmark

Tá ið TB síðst í oktober skrivaði undir sáttmála við nýggja venjaran, Michael L. Winter, varð boðað frá, at felagið arbeiddi við at fáa styrk úr Danmark, har nýggi TB venjarin hevur arbeitt, og har hann kennir nógv fólk.

Í kvøld boðar TB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við tveir ungan verjuspælarar. Tað er Michael L. Winter, sum hevur staðið fyri at fáa teir báðar til TB.

TB skrivar soleiðis:

TB hevur í dag skrivað undir sáttmála við Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kroner.
Rasmus er 19-ára gamal miðverji og kemur úr 2. deildarfelagnum Frem. Hann hevur eina fortíð á ungdómsliðnum hjá FCK og eisini á U19-liðnum hjá FCK. Rasmus hevur eisini roynt seg á bæði U16 og U17 landsliðnum hjá Danmark.
Sebastian Kroner er eisini 19 ára gamal. 1.85 m langi verjuleikarin kemur eisini úr Frem og hevur hann eisini spælt fyri U19-liðið hjá B93.
Á myndini standa teir saman við nýggja venjaranum hjá TB, ið eisini hevur staðið fyri at fáa samband til spælararnar.