TB keypir tveir útlendingar aftrat

Ein málverji og ein álopsspælari úr ávikavíst Danmark og Serbia eru á veg til TB

Nýggi TB málverjin Mads Altschuler. Mynd: hif.dk

Nýggi TB málverjin Mads Altschuler. Mynd: hif.dk

Punktum er í dag sett fyri hesa ferð fyri flytingat millum feløg.

Í kvøld boðar TB frá, at felagið hevur tryggjað sær tveir spælarar aftrat. Talan er um ein málverja, sum hevur spælt við Hvidovre IF í næstbestu deildini í Danmark og um ein álopsspælara úr Serbia. Talan er um tveir ungar spælarar.

TB sigur soleiðis í kvøld:

Flytingargluggin er afturlatin og kann TB hervið boða frá, at sáttmáli eru gjørdir við tveir leikarar afturat umframt Mark Kongstedt, sum vit kunngjørdu í gjár.

Talan er um ein ungan danskan málverja Mads Altschuler, ið kemur frá Hvidovre IF, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Hann er 20 ára gamal og gleðir seg at koma til felagið. Michael Winter sigur, at tørvur hevur verið á einum málmanni afturat og møguleikin beyðst at fáa Mads til felagið. Michael leggur afturat, at við Mads, so verður kapping um málmansplássið.

Hin leikarin, ið kann kunngerast í dag er Filip Obadovic, sum er áleypari. Tað er ongin loyna, at TB hevur mangla okkurt í álopspartinum og vónandi kann høgi serbin styðja felagnum og verða við at fáa veruligt hol á málskjótingina. Filip er 22 ára gamal og er knappar tveir metrar høgur.

TB fer í annaðkvøld at spæla á ólavsøku ímóti toppliðnum HB.

Nýggi TB málverjin Mads Altschuler. Mynd: hif.dk