TB málverjin hevur brotið seg sundur

Frederik Mehder verður ikki í TB málinum næstu vikurnar

Tað var fagnaður í TB leguni, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá í dag, og máltalvan framvegis vísti 0-0.

-Eg eri stoltur av mínum monnum. KÍ er topplið og eitt gott fótbóltslið. Men í dag vístu mínir menn, at tað ber til at fáa stig frá teimum stóru. Teir vístu framúr hugburð og arbeiddu væl og nógv, og tað bar úrslit við sær, var viðmerkingin hjá TB venjaranum Michael Winter í samrøðu við Hera Á. Simonsen á FM1.

Hóast fagnaðin yvir góða avrikið og um, at tað eydnaðist at vinna eitt stig soleiðis, at TB nú hevur 14 stig og er sjey stig frá níggjunda plássunum, so harmast teir á Tvøroyri um, at málverjin Frederik Mehder ikki var førur fyri at fara aftur á vøllin eftir hálvleikshvíldina. Hann var skaddur og endaði á sjúkrahúsinum.

-Frederik var í samanbresti við ein KÍ spælara í sambandi við, at KÍ hevði hornaspark. Í steðginum vísti tað seg, at hann hevði ilt við at draga ondina, og tá var hann so mikið illa fyri, at tað var ikki hugsningur um, at hann var førur fyri at fara aftur á vøllin. Tí var neyðugt at skifta málverja, og Frederik Mehder varð í sjúkrabili koyrdur á sjúkrahúsið, sigur Michael Winter venjari hjá TB.

Og hvussu hevur hann tað nú?

-Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at hann hevur brotið eitt rivjabein. Frederik er komin til hús aftur og hvílir seg, sigur TB venjarin.

Tað verður sagt, at pínan í sambandi við brotið rivjabein tekur til í ellivu dagar, og so minkar hon so spakuliga. Burtursæð frá pínudoyvandi er talan sum oftast ikki um aðra viðgerð, og rivjabeinið veksur saman aftur.

Tí man tað vera sannlíkt at siga, at Frederik Mehder ikki verður førur fyri at verja málið fyrr enn í fyrsta lagið eftir landsliðssteðgin í oktober. Fram til tá skal TB spæla tríggjar dystir á heimavølli – mikudagin ímóti NSÍ, annan sunnudag ímóti Víkingi og leygardagin 3. oktober ímóti ÍF. Fyrsti dysturin eftir landsliðssteðgin verður á útivølli ímóti B36 sunnudagin 18. otkober.

Í summar skrivaði TB undir sáttmála við danska málverjan Mads Altschuler. Hann vardi TB málið í seinna hálvleiki ímóti KÍ. Hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum stólparnar á besta TB liðnum.

Tá ið TB í øðrum umfari hevði vitjan av KÍ, sum leygardagin 16. mai vann 2-1 í Trongisvági, varð TB málverjin Frederik Mehder skaddur. Tað vísti seg eftir dystarlok, at hann síðstu løtuna hevði spælt, hóast hann var raktur av heilaskjálvta.

Í fimm teimum næstu dystunum vardi Meinhardt P. Joensen TB málið. Hann var leigaður í KÍ. Nú verður tað neyvan neyðugt at leiga málverja, tí 20 ára gamli Mads Altschuler fer at verja TB málið, inntil Frederik Mehder er komin fyri seg aftur.