TB skrivar undir sáttmála við royndan dana

Mark Kongstedt hevur áður spælt við Fremad Amager og Næstved Boldklub

TB hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við danska miðvallaran Mark Kongstedt fyri hálvtannað ár. Hann er 25 ára gamal og hevur royndir úr næstbestu deildini í Danmark.

Mark Kongstedt hevur higartil spælt við Næstved Boldklub, og áðrenn tað spældi hann við Fremad Amager. Eisini hevur hann umboðað ymisk ungdómslandslið hjá Danmark, so talan er um ein spennandi leikara, sum vit nú fara at síggja í svart-hvíta búnanum.

Ungi danin flytir til Føroya við familju síni, og hann er spentur, sigur hann í samrøðu, sum er løgd á facebooksíðuna hjá TB.

– Eg gleði meg sera nógv at koma til Tvøroyrar og TB saman við mínari lítlu familju. Vit eru sum familja sannførd um, at tað er tað rætta valið at flyta til Føroya, sigur Mark Kongstedt.

– Eg ivist ikki í, at eg við mínum dygdum kann hjálpa felagnum at fáa eitt betri pláss á stigatalvuni, sum felagið hevur uppiborið. Felagið og karmarnir har kunnu eisini hjálpa mær at menna mínar eginleikar í fótbólti, so eg kann vera enn meira avgerandi í dystunum. Eg gleði meg til eitt gott samstarv og til at møta liðfelagum, fjepparum, stuðlum og øllum rundan um felagið, sigur hann. 

Venjarin Michael Winter sigur soeliðis:

– Vit eru sera fegin fyri at skriva sáttmála við Mark. Hann kann hjálpa okkum at styrkja liðið við sínum royndum frá 1. deild í Danmark, og harvið eisini økja um kappingina á liðnum. Mark er ein ótrúliga hartarbeiðandi miðvallari, sum hevur ró og yvirblikk, sigur Michael Winter.