TB: Tveir ghanesar til royndarvenjing

TB hevur eisini gjørt sáttmála við Rógva Joensen og Einar Thorsteinsson

TB hevur fingið tilgongd av Rógva Joensen og Einari Thorsteinsson, sum báðir hava gjørt sáttmála við felagið, meðan tveir ghanesar eru til royndarvenjing.

- Rógvi Joensen er einki óskrivað blað í føroyskum fótbólti. Við 208 dystum og 38 málum fyri besta liðið hjá TB, er 26-ára gamli miðvallarin ein hin royndasti spælarin á liðnum. Rógvi er kendur fyri altíð at kempa til síðsta blóðsdropa, skrivar TB.fo, meðan Einar Thorsteinsson verður lýstur soleiðis:

- Nýggjasta ískoytið til liðið, er ungi vágbingurin Einar Thorsteinsson. Einar hevur sína fótbóltsuppaling í Vági, hjá FC Suðuroy og royndi seg í tvey ár á næstbesta liðnum hjá TB/FCS/Royn, áðrenn hann í fjør skifti til TB og spældi við næstbesta liðnum her. Einar stendur eisini noteraður fyri ein dyst í bestu deildini, við TB, í 2019. 19 ára gamli Einar hevur tikið seg ótrúliga nógv fram seinastu tíðina, skrivar TB.fo.

##med2## 

TB tveir ghanesar til royndarvenjing

Í gjárkvøldið lendi flogfarið í Vágum og við vóru tveir ungir fótbóltsspælarar úr Ghana. Í morgun stigu teir so í land á Krambatanga, ávegis til Stórá at royndarvenja við besta liðnum hjá TB.

- 20 ára gamli Musah Armah og 19 ára gamli Samudeen Musah eru báðir spentir at sleppa at royna seg undir heldur annaleiðis umstøðum, enn teir eru vanir við. Báðir eru sera royndir í heimlandinum, hóast teirra unga aldur og spennandi verður at vita, um teir megna at spæla seg inn á væl mannaða Betri-liðið hjá TB í ár, skrivar TB.

Fyrsti dysturin hjá TB í ár er á Argjum móti AB.