TB-venjarin: Sjálvt víkingar søgdu tað ikki var brotsspark

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther taka samanum eitt fyri tvørámenn sera erguligt tap

Spælararnir hjá Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB eru sera harmir um brotssparkið, ið var dømt móti TB í Sarpugerði

Spælararnir hjá Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB eru sera harmir um brotssparkið, ið var dømt móti TB í Sarpugerði

##med2##

- Eg gav instruksir til nakrar av mínum spælarum, og tí sá eg ikki støðuna, men TB-spælarararnir søgdu, at tað var als ikki brotsspark. Aftaná dystin vóru tað eisini víkingar, ið søgdu, at tað var ikki brotsspark. 

Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther aftaná tepra 0-1 tapi móti Vìkingi í fjórðingsfinaluni í Sarpugerði í Norðragøtu. Dómarin metti Rógvi Joensen hjá TB rendi Jákup Johansen hjá Víkingi um koll, men tað var ikki tilfeldið sambært TB-spælarunum, og teimum víkingunum Michael L. Winther prátaði við aftaná dystin.

Eftirfylgjandi skoraði Sølvi Vatnhamar uppá brotssparkið. Michael L. Winther heldur tað vera beiskt at skula tapa dystin uppá eitt slíkt brotsspark.

Poul Ingason hjá TB gevur eisini ilt av sær um dømingina á Facebook, har hann tekur dýran til.

Michael L. Winther er tó sera væl nøgdur við avrikið og hugburðin hjá sínum spælarum, og hann ætlar, at komandi kappingarár skulu fleiri marginalar fella til TB. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Víkingi. Hanus Jacobsen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Sølva Vatnhamar aftaná dystin. 

Spælararnir hjá Michael L. Winther, høvuðsvenjara hjá TB eru sera harmir um brotssparkið, ið var dømt móti TB í Sarpugerði

(Samrøða: Michael L. Winther, TB)