Team Klaksvík fær styrk úr Kroatia og Serbia

Team Klaksvík hevur fingið tilgongd av Vuk Stevanovic úr Serbia og Valentino Valentaković úr Kroatia, skrivar Norðlýsið

Mynd: (Norðlýsið) Valentino Valentaković

Mynd: (Norðlýsið) Valentino Valentaković

Team Klaksvík hevur fingið tilgongd av Vuk Stevanovic úr Serbia og Valentino Valentaković úr Kroatia, skrivar Norðlýsið.

Vuk Stevanovic, sum er úr Serbia, er 27 ára gamal. Hann spælir bæði sum miðja og vinstri bakkur. Hann hevur royndir úr bestu deildini í Serbia afturi í 2017 og árini frammanundan. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2020/21, skrivar Norðlýsið.

##med2##
Sáttmáli er eisini gjørdur við 26 ára gamla Valentino Valentaković úr Kroatia. Hann er 198 cm høgur og spælir vinstri bakkur. Hann hevur royndir úr næstbestu deildini í Kroatia og bestu deildini í Sveis.

 

Mynd: (Norðlýsið) Valentino Valentaković

Mynd: (Norðlýsið) Vuk Stevanovic