Team Klaksvík og StÍF vunnu seg í finaluna í niðara endaspælinum

Finalan í niðara endaspælinum verður komandi leygardag

Áki Mørk og hansara menn í Team Klaksvík skulu spæla finalu í niðara endaspælinum móti StÍF komandi leygardag

Áki Mørk og hansara menn í Team Klaksvík skulu spæla finalu í niðara endaspælinum móti StÍF komandi leygardag

Farnu dagarnar eru hálvfinalurnar í tí niðara endaspælinum avgreiddar.

Staðfestast má, at Team Klaksvík og StÍF vunnu ruddiligar hálvfinalusigrar, og skulu tí spæla finaluna í niðara endaspælinum í Burn Mansdeildini komandi leygardag. 

Úrslitini gjørdust hesi (kelda: hsf.fo):

Mikudagin 31. mars:
Hálvfinala 1 Team Klaksvík – H71 2 34-24 (18-17)
Hálvfinala 1 Kyndil – StÍF 26-30 (13-13)

Leygardagin 3. apríl:
Hálvfinala 2 H71 2 – Team Klaksvík 24-35 (11-20)
Hálvfinala 2 StÍF – Kyndil 32-19 (13-11)

Bjarni í Selvindi hjá StÍF skoraði samanlagt 20 mál í báðum hálvfinalunum móti Kyndli, og Valentino Valentakovic hjá Team Klaksvík skoraði samanlagt 14 mál í báðum hálvfinalunum móti H71 2. 

 

 

Áki Mørk og hansara menn í Team Klaksvík skulu spæla finalu í niðara endaspælinum móti StÍF komandi leygardag