Team Klaksvík spílar seg út

Strahinja Popovic heldur fram at verja málið og Mark Dahl verður eisini at síggja aftur

Strahinja Popovic (til høgru) heilsar uppá formannin í Team Klaksvík, Óla á Gravarbø | Mynd: Team Klaksvík

Strahinja Popovic (til høgru) heilsar uppá formannin í Team Klaksvík, Óla á Gravarbø | Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík spílar seg út til komandi kappingarár. Fyri kortum boðaði felagið frá, at tað hevur fingið tilgongd av Vuk Stevanovic úr Serbia og Valentino Valentaković úr Kroatia.

Vuk Stevanovic, sum er úr Serbia, er 27 ára gamal. Hann spælir bæði sum miðja og vinstri bakkur. Hann hevur royndir úr bestu deildini í Serbia afturi í 2017 og árini frammanundan. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2020/21, skrivar Norðlýsið.

Sáttmáli er eisini gjørdur við 26 ára gamla Valentino Valentaković úr Kroatia. Hann er 198 cm høgur og spælir vinstri bakkur. Hann hevur royndir úr næstbestu deildini í Kroatia og bestu deildini í Sveis.

Nú skrivar Norðlýsið, at Strahinja Popovic heldur fram at verja málið komandi kappingarár. Hann var eisini málverji hjá Team Klaksvík seinna partin av kappingini í fjør. Hin málverjin er eisini kendur í felagnum. Tað er danski Mark Dahl úr Danmark, sum fyri fáum árum síðani var ungdómsvenjari og málmaður hjá Team Klaksvík, skrivar Norðlýsið.

Strahinja Popovic (til høgru) heilsar uppá formannin í Team Klaksvík, Óla á Gravarbø | Mynd: Team Klaksvík