Team Rynkeby á ferð í Føroyum í staðin fyri í París

Rynkeby-súkklararnir byrja túrin leygardagin, men hetta verður ein nakað øðrvísi túrur enn vanligt

Eftir ætlan skuldu Rynkeby-súkklararnir og tænastutoymið hjá Team Rynkeby Føroyum byrja árliga túrin til París í dag, hósdagin 2. juli. Men fyri fyrstu ferð, síðani Team Rynkeby byrjaði sítt virksemi í Føroyum fyri sjey árum síðan, verður túrurin til París av ongum.

Súkklararnir fella tó ikki í fátt og hava í staðin valt at fara eina rundferð í Føroyum. Hóast túrurin í Føroyum ikki verður so heitur og eksotiskur sum ætlað, eru súkklararnir klárir og við gott mót, nú nógvir av teimum fyri fyrstu ferð skulu royna at súkkla so long strekki í so nógvar dagar á rað.

– Tískil verða nógvar gular súkklur at síggja á vegnum teir næstu dagarnar, so heitt verður á bilførarar um at vera ansin og koyra varliga framvið súkklarunum, siga fyrireikararnir.

Túrurin byrjar leygardagin 4. juli, tá ið súkklað verður í allari Suðuroynni. Sunnudagin 5.juli fer liðið í Eysturoynna og í Norðoyggjar. Mánadagin 6. juli verður súkklað í Streymoynni og Eysturoynni. Túrurin endar týsdagin 7. juli, tá leiðin gongur úr Streymoynni í Vágar og aftur í Streymoynna.

– Team Rynkeby Føroyar fegnast um og takkar hjartaliga øllum fyritøkunum, felagsskapunum og kommununum fyri stuðulin, sum fer óskerdur til børn við álvarsligum sjúkum, siga fyrireikararnir.