Teir eru troyttir á Hampden Park

Eftir fyrra hálvleik er bara skorað eitt mál, sum skotar skoraðu longu í 7. minutti

Teir eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ráð á Hampden Park í Glasgow, har Skotland og Føroyar klokkan 19.45 fóru undir HM undankappingardyst.

Støðan er 1-0 til heimaliðið. Málið skoraði John McGinn í sjeynda minutti eftir fínt álop í vinstru og sending út frá baklinjuni, sum Tierney tók sær av.

Skotarnir løgdu bragdliga fyri, men eftir at teir høvdu skorað, linkaði trýsti, og hóast Skotland hevur verið væl meiri á bóltinum, so hevur talan ikki verið um serliga stórar málmøguleikar.

Føroyska liðið hevur verið væl skipað í verjupartinum, og í framrættaða partinum hevur tað fleiri ferðir sæð gott út. Men tað sást væl, at spælararnir eru merktir av, at teir síðstu vikuna hava ferðast nógv, og at hetta er triði dysturin hjá teimum í eina viku.

Meinhard E. Olsen vann seg í sera góða støðu eftir gott álop og framlegging í høgru. Hann var púra leysur, tá ið hann royndi at draga eitt sindur aftrat, men ólukkutíð fór bólturin ov langt frá honum, og so var málspark.

Hóast Skotland var meiri á bóltinum, so vóru málmøguleikarnir ikki so nógvir, og tá ið eitt korter var farið var um reppið, at Føroyar javnaðu. Álopið var hugflogsríkt í høgru, og tá ið bólturin varð lagdur mitt fyri, so smekkaði Brandur Hendriksson Olsen til úr 27 metrum, og málverjin toygdi seg í hvørjari lykkju og bjargaði til horna.

 

Skotland - Føroyar  (1-0)

1-0: John McGinn 7.

2-0: John McGinn 53.

3-0: Adams 60.

4-0: Fraser 70.

Føroyar: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad (Rógvi Baldvinsson, 76.), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (Klæmint A. Olsen, 69.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen (Patrik Johannesen, 69.), Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (Heini Vatnsdal. 76.), Meinhard E. Olsen (Ári Mohr Jónsson, 58.)