Teir næstbestu eins góðir og teir bestu

1. DEILD: Fyri 11. ferð vóru teir næstbestu hjá Skála partir av javnleiki, tá ið teir í kvøld vitjaðu á Toftum

Einki mál varð skorað, tá ið B68 í 1. deild í kvøld hevði vitjan av teimum næstbestu hjá Skála. 0-0 var 11. ferðin í ár, at Skála var partur av javnleiki. Hetta var triðja ferðin í ár, at tað endaði javnt millum hesi bæði liðini. Í hinum báðum dystunum var úrslitið 1-1.

Sammett við undanfarnu ferðirnar vóru nýggir menn millum stólparnar hjá báðum liðunum. Einki mál fór ígjøgnum hjá Heina Kristiansen í B68 málinum, og einki mál fór ígjøgnum hjá Suna Ernstsson í Skála málinum.

Allir tríggir spælararnir, sum B68 hevur leigað í Víkingi, vóru á vøllinum í kvøld – Tonni Thomsen, Hjalti Strømsten og Pól Enok Hansen.

Á Skála liðnum vóru tveir spælarar, sum ofta hava verið á listanum hjá besta liðnum – Ólavur Mikkelsen og Andreas Egeberg Jacobsen.

B68 er á fimta plássi við 22 stigum, og Skála er á áttanda plássi við 17 stigum.