Teis og Tønder bjargaðu sær javnleik við góðum endaspurti

Tap var í hondum hjá TMS Tønder, men tað eydnaðist at toga ein javnleik heim

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TMS Tønder framdu ein rimmar endaspurt, og tryggjaðu sær eitt stig í heimadystinum móti Otterup

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TMS Tønder framdu ein rimmar endaspurt, og tryggjaðu sær eitt stig í heimadystinum móti Otterup

Liðið hjá Teis Horn Rasmussen í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, TMS Tønder tók í dag móti Otterup á heimavølli.

Talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, ið endaði við javnleiki 30-30. Tað sá einki út móti endanum hjá TMS Tønder, tí tá var støðan 30-27 til Otterup. Men so minkaði fyrst Teis Horn Rasmussen um munin til 28-30, og tað eydnaðist TMS Tønder at fáa tvey mál aftrat áðrenn tíðin var gingin, og so fekk heimaliðið eitt týðandi stig.

Teis Horn Rasmussen skoraði fýra mál fyri TMS Tønder í dag. Í steðginum var javnleikur 15-15.

Komandi fríggjakvøld tekur TMS Tønder móti Skive, ið liggur næstovast í deildini. TMS Tønder liggur fjórðaftast í deildini við 15 stigum. Tó eru sjey stig niður til triðaftasta plássið sum gevur beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina. 

Liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax hevði ein góðan fyrra hálvleik móti Midtjyllandi á heimavølli í dag. Tá liðini fóru til steðgin var Ajax á odda 13-11, men tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki. Endin var, at Midtjylland vann 26-22.

Komandi fríggjakvøld tekur Ajax móti Nordsjælland, ið er oddalið í deildini. 

Ajax er nummar fimm í deildini við 23 stigum. Fýra stig eru upp til triðja plássið sum gevur upp- og niðurflytingardystir um rættin at spæla í bestu hondbóltsdeildini. 

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TMS Tønder framdu ein rimmar endaspurt, og tryggjaðu sær eitt stig í heimadystinum móti Otterup