Teis og Tønder vóru fyri greiðum tapi í dag

TMS Tønder spældi ein góðan fyrra hálvleik móti Midtjyllandi, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni

Mynd: TMS Tønder

Mynd: TMS Tønder

Teis Horn Rasmussen skoraði eitt mál tá lið hansara, TMS Tønder tá samanum kom tapti greitt 27-37 fyri Midtjyllandi á útivølli í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

Í fyrra hálvleiki gekk tó væl hjá TMS Tønder, og tá liðini fóru til hálvleiks var støðan javnleikur 15-15, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá TMS Tønder, serliga móti endanum av dystinum.

TMS Tønder er á fjórðaftasta plássi við 14 stigum. Seks stig eru niður til Vendsyssel sum liggur á triðaftasta plássi sum merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu hondbóltsdeildina.

Komandi leygardag tekur TMS Tønder móti Otterup sum liggur beint omanfyri TMS Tønder við 17 stigum.

Støðan: 

 

 

NrLIÐDystirStig
1Nordsjælland1935
2Skive fH1932
3HC Midtylland1925
4Sydhavsøerne2023
5HØJ 1923
6Ajax 1721
7Grindsted1920
8Skovbakken1817
9Otterup HK1917
10HEI Skæring1815
11TMS Tønder1914
12Vendsyssel178
13HC Odense195
14SUS Nyborg185

Mynd: TMS Tønder