Teis: Tað hevði sæð betri út við einum stigi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

- Tað kennist beiskt. Tað hevði sæð betri út við einum ella tveimum stigum. Hetta segði Teis Horn Rasmussen aftaná tepra 25-26 ósigurin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum fyri Ukraina í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi.

Teis heldur tó, at liðið hevur ment seg yvir hesar tríggjar tøttu dystirnar yvir fýra dagar, og hann kennir seg fullvísan í, at um liðið ikki fær stig í hesari undankappingini, so fara stigini at koma í komandi undankapping. 

Reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal fekk eisini heilt stutt orðið á Kjartan Johansen, ið viðgongur, at talan hevur verið um nakrar strævnar, men spennandi dagar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar, ið vóru við Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen á FM1. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð Hildarson Hoydal siga frá dystarendanum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Hjalta Mohr Jacobsen taka samanum dystin, og hoyr samrøðu við Sonni D. V. Larsen, landsliðsvenjara.

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð og Jónas G. Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum. 

Savnsmynd

(Samrøður: Teis Horn Rasmussen og Kjartan Johansen)