Teis til Tønder

Karismatiski spælskiparin hevur skift HEI út við Tønder í donskum hondbólti

TM Tønder boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tilgongd av føroyska landsliðsspælaranum Teis Horn Rasmussen. Hann er uppvaksin í Neistainum, men hevur seinastu tíðina spælt við HEI-Håndbold, sum eisini spæir í næstbestu deildini í Danmark.

- Teis hevur vunnið sær meiri og meiri spælitíð í serliga verjuspælinum hjá HEI, sum vit hava spælt ímóti í ár. Hóast hann ungur, so hevur hann nógvar royndir, tí hann hevur spælt á føroyska A-landsliðnum og U-landsliðnum, sigur Jan Paulsen, venjari hjá TM Tønder.

Hann leggur afturat, at við Teis Rasmussen fær liðið ein spælara, sum hevur eina vinnaramentan bæði til dyst og venjing. Hartil er hann broyttur frá bakspælara til striku í álopsstøðu. Sjálvur gleðir Teis seg til at spæla.

- Eg kenni meg til at taka næsta feti í míni yrkisleið, og gleði meg til at sleppa til TM Tønder, har eg vóni at kunna menna meg sum hondbóltsspælara, sigur Teis Horn Rasmussen.

Felagið endar við at skriva, at tað koma fleiri spælarar til hópin í næstum.