Teit Jacobsen gevst í SønderjyskE

Skaðar gera at Teit Jacobsen nú gevst í SønderjyskE

SønderjyskE boðar í dag frá, at Teit Jacobsen gevst í felagnum eitt hálvt ár fyri tíð. Orsøkin er skaðar, sum hava gjørt at orkuríki vongurin ikki hevur kunna spælt í longri tíð.

- Tá vit heintaðu Teit Jacobsen spældi hann fast fyri sítt felag og var á U21-landsliðnum. Hann gjørdi tað væl, tá vit hødu hann til royndarvenjing í síni tíð. Vit høvdu tí stórar vónir, men skaðar hava gjørt at hann ikki hevur havt møguleikan at vísa sítt sanna virðið, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Hans Jørgen Haysen og leggur afturat:

- Hann hevur kempa við at koma fyri seg í fleiri førum, og vit vóna at tað fer at eydnast honum hesaferð. Vit takka honum fyri tíðina í SønderjyskE og ynskja honum bestu eydnu í framtíðini, sigur Hans Jørgen Haysen.

Teit Jacobsen er uppvaksin í HB og tað er ongin ivi um, at HB hevur áhuga at knýta 21 ára gamla vongin til felagið. Sum skilst, so er møguleiki fyri at Teit Jacobsen kann spæla aftur um góðar tveir mánaðir.