Teitur fer at spæla við Margáir

Nú halda teir í EB/Streymi seg vera klárar at fara undir nýggja kappingarárið

EB/Streymur skrivar soleiðis í morgun:

Nú allur fótbóltur í Føroyum liggur stillur hava vit nýtt høvið at fáa leikarahópin endaliga uppá pláss. Seinasti brikkurin í puslispælinum hjá okkum er 22 ára gamli Teitur D. Olsen. 

Teitur er uppvaksin í AB, har hann eisini hevur spælt á besta liði felagsins. Hann er tó ikki ókendur í EB/Streymi, sum hann var leigaður til seinasta kappingarár. Fyrru hálvu í fjør spældi hann mest við 1. deild og U-21, meðan hann í seinnu hálvu var fastur fúsur á fyrstaliði, har hann spældi 11 dystir. 

Teitur kann spæla nógv ymisk pláss á vøllinum, og í venjingardystunum higartil í ár hevur hann spælt so ymisk pláss sum høgri bakkur og fremsti áleypari. 

Vit ynskja Teiti og EB/Streymi tillukku við sáttmálanum og góða eydnu við kappingini - nær hon so fer í gongd.

Á myndini royna Teitur og formaðurin seg (við avmarkaðum hepni) við nýggja slagnum av lógvataki, sum man kanska kann kalla 'albogastoyt'.