Teitur og Jens Martin: Ein góður føroyskur fótbóltsdagur (FM1)

(FM1) Hoyr viðmerkjararnar Teitur Joensen og Jens Martin Knudsen taka samanum ein góðan føroyskan landsliðsdag

Her síggjast Teitur Joensen og Tróndur Arge meðan teir varpa út Føroyar-Andorra á FM1. T.h. sæst Agnar Prestá hjá Portalinum

Her síggjast Teitur Joensen og Tróndur Arge meðan teir varpa út Føroyar-Andorra á FM1. T.h. sæst Agnar Prestá hjá Portalinum

##med2##

- Hetta var ein góður føroyskur fótbóltsdagur. Gamli landsliðsmálverjin, Jens Martin Knudsen stórfegnast um 1-0 EM-undankappingarsigurin hjá U21-landsliðnum móti Montenegro og 2-0 sigurin á Andorra á Tórsvølli í Nations League. 

Jens Martin fegnast eisini um, at vit hava fingið ein landsliðsvenjara sum dugir at brúka Klæmint A. Olsen, ið kvitterar við at skora fýra mál í Nations League higartil. 

- Nú hava vit møguleikan at flyta upp til Nations League bólk C, og har fáa vit møguleikan at samanbera okkum við lið sum Luksemborg, sigur Teitur Joensen, viðmerkjari hjá FM1.

Bæði Teitur og Jens Martin halda, at Føroyar í stórum løtum vístu klassa móti Andorra, ið vóru torførir at spæla ímóti. Og aftaná 2-0 sigur og greiðan oddasess kan ein illa grenja. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Teitur Joensen og Jens Martin Knudsen høvdu at siga á FM1. 

##med3##

HER  ber til at hoyra Trónd Arge og Teit Joensen siga frá báðum málunum hjá Klæminti A. Olsen. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jóannes Bjartalíð.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson. 

Her síggjast Teitur Joensen og Tróndur Arge meðan teir varpa út Føroyar-Andorra á FM1. T.h. sæst Agnar Prestá hjá Portalinum

(Føroyar-Andorra 2-0. Samanumtøkur hjá Teiti Joensen og Jens Martini Knudsen)

Jens Martin Knudsen stórfegnast um ein góðan føroyskan landsliðsdag (Mynd: vadhorn.fo)