Teitur: Skal ÍF hava stig móti HB skal tað vera nú (FM1)

(FM1) Teitur Joensen var gestur í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1, har hann metti um 11. umfar í Betrideildini

Savnsmynd av Teiti Joensen og Tróndi Arge

Savnsmynd av Teiti Joensen og Tróndi Arge

##med2##

Fimm dystir vera spældir í 11. umfari í Betrideildini hjá monnum í morgin. FM1 sigur beinleiðis frá trimum dystum.

Klokkan 15: ÍF-HB (Tróndur Arge og Teitur Joensen siga beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 17: AB-B36 (Sjúrður Hildarson Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum)

Klokkan 17: Skála-Víkingur (Árni Gregersen verur heimildarmaður hjá FM1)

Klokkan 17.30: KÍ-TB (Eyðun Thorgeirsson verur heimildarmaður hjá FM1)

Klokkan 19: NSÍ-EB/Streymur  (Tróndur Arge og Teitur Joensen siga beinleiðis frá dystinum)

Teitur Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin, har hann metti um teir fimm dystirnar í 11. umfari.

Teitur heldur, at skal ÍF fáa stig móti HB, so skal tað vera nú. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

Savnsmynd av Teiti Joensen og Tróndi Arge

(Fótbóltspanelið á FM1 3. juli 2020. Gestur: Teitur Joensen)