Teitur: Suarez eigur at fagna einum máli móti Liverpool (FM1)

(FM1) Teitur Joensen var gestur í fótbóltspanelinum á FM1 til eitt prát um Champions League og 8. umfar í Betrideildini

Teitur Joensen var gestur í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Teitur Joensen var gestur í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var send í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag. Gestur var Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. Evnini vóru:

1) Champions League hálvfinalurnar Barcelona-Liverpool og Tottenham-Ajax. Teitur Joensen hevur Barcelona sum favoritt at vinna Champions League í ár, og hann væntar, at finalan verður móti Ajax Amsterdam. Teitur heldur ikki, at tað er rætt, at Liverpool-fjepparar grenja um, at Luis Suarez fegnaðist stórliga um 1-0 málið í 3-0 sigrinum hjá FC Barcelona móti Liverpool farna mikukvøld.

2) Premier League. Teitur Joensen er vísur í, at Liverpool vinnur dystirnar teir hava eftir móti Newcastle úti og Wolves heima. Hann er ikki so vísur í, at Manchester City vinnur á Leicester City mánakvøldið, og har liggur møguleikin hjá Liverpool.

3) 8. umfar í Betrideildini hjá monnum. Teitur metti um umfarið, har allir dystirnir verða leiktir sunnudagin klokkan 15:

AB-KÍ (FM1 sigur frá dystinum)

Skála-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)

EB/Streymur-HB

TB-NSÍ

B36-ÍF

 

 

 

Teitur Joensen var gestur í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin