Teitur: Vandamikið at vøllurin ikki bleiv vandaður (FM1)

(FM1) Málverjin hjá HB fegnast um 1-0 sigurin á TB á útivølli, men hann hevur eitt hjartasuff um vøllin

Teitur Matras fegnast um trý stig, men er atfinningarsamur um, at vøllurin var alt ov turrur, og var blivin vandaður áðrenn dystin millum TB og HB

Teitur Matras fegnast um trý stig, men er atfinningarsamur um, at vøllurin var alt ov turrur, og var blivin vandaður áðrenn dystin millum TB og HB

##med2##

HB verður verandi oddalið við minst trimum stigum, og kanska við fimm stigum um úrslitini sunnudagin laga seg, tá sætta umfar í Betrideildini er avgreitt.

HB vann týðandi og harðvunnan 1-0 sigur á TB við Stórá í Trongisvági. Dan í Soylu syrgdi fyri sigursmálinum tá eitt lítið korter var farið av dystinum.

Málverjin hjá HB viðgongur, at tað var ikki tað allarfremsta leikliga avrikið hjá HB, men hann sigur seg ikki taka tað so tungt, tí talan er um ein sera torføran útivøll, og HB fekk tað sum teir komu eftir, og tað er tað sum telur.

Teitur Matras Gestsson hevur tó eitt hjartasuff um, at tað alt ov ofta, og eisini í dag er ov illa frágingið við vandingini av vøllinum. Teitur metir tað vera sera óheppið, bæði fyri spælararnar og fyri sjálvt fótbóltsspælið, ið líður undir einum alt ov turrum vølli. Teitur vónar, at tað verður skorið ígjøgnum við hesum í framtíðini. Tí tað er ov vandamikið sum tað er nú. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá sigursmálinum hjá HB.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Teit Matras Gestsson. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Poul Ingason hjá TB.

Teitur Matras fegnast um trý stig, men er atfinningarsamur um, at vøllurin var alt ov turrur, og var blivin vandaður áðrenn dystin millum TB og HB

(Hoyr sigursmálið hjá HB og samrøðu við Teit M. Gestsson)