Tekur avgerð um framtíðina tá kappingin er liðug (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagge" Hentze hevur ikki tikið avgerð um hann heldur fram í Víkingi

Bagge hevur enn ikki tikið avgerð um venjaraframtíðina hjá sær

Bagge hevur enn ikki tikið avgerð um venjaraframtíðina hjá sær

##med2##

Víkingur er við 99 prosents vissu úti av stríðnum um seinasta Europa League plássið. 

Tað gjørdist veruleiki við 1-3 tapinum móti KÍ í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld.

Víkingur er seks stig aftanfyri NSÍ og hava eina málúrtøku sum er 18 mál verri, og tað er ikki sannlíkt at Víkingur fer framum NSÍ nú bert tveir dystir eru eftir at leika í Betrideildini.

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagge" Hentze er vónbrotin um, at Víkingur misti tamarhaldið á dystinum tá KÍ javnaði til 1-1.

Bagge slær tó fast, at Víkingur fer ítróttarliga at stríðast av øllum alvi móti B36 í komandi heimadysti, og í tí seinasta dystinum móti TB á útivølli í tí seinasta umfarinum.

Um framtíðina hjá sær sigur Bagge, at hann enn ikki hevur tikið støðu til um hann heldur fram í Víkingi. Ta avgerðina fer hann at taka tá kappingin er liðug.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Bagga aftaná 1-3 tapið móti KÍ í kvøld. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fýra málunum, og eisini ber til at hoyra samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen. 

Bagge hevur enn ikki tikið avgerð um venjaraframtíðina hjá sær

(Samrøða við Sámal Erik Hentze)