Tennis vónar nýggju umstøðurnar fara at muna (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr tað sum formaðurin í Havnar Tennisfelag, Julian J. Johansen hevur at siga um oyggjaleikahópin í tennis

Her heldur Julian J. Johansen røðu í samband við, at nýggju tennisvallirnir vóru tiknir í brúk í Gundadali í Havn 22. juni (Mynd: Havnar Tennisfelag)

Her heldur Julian J. Johansen røðu í samband við, at nýggju tennisvallirnir vóru tiknir í brúk í Gundadali í Havn 22. juni (Mynd: Havnar Tennisfelag)

##med2##

Hóast hálvi hvannasundsmaðurin, danski tennisleikarin, Nicholas Petersson hevur gjørt tað væl á oyggjaleikunum fyri Føroyar við m.ø. einari fjórðingsfinalu á Gotlandi í 2017, so fara fýra tennisleikarar avstað til oyggjaleikirnar á Gibraltar, ið allir hava bústað í Føroyum.

Talan er um Pætur M. Dahl, Jón Brekku, Annfinn Gaard og Pablo Merin. Pablo er eisini landsliðsvenjari. Pablo er upprunaliga úr Argentina.

Formaðurin í Havnar Tennisfelag, Julian J. Johansen væntar ikki tær stóru skreytirnar til hesar oyggjaleikirnar, men hann vónar og væntar, at nógv betraðu umstøðurnar í Gundadali í Havn fara at gera tað møguligt at betra støðið hjá føroysku tennisspælarunum munandi til komandi oyggjaleikirnar í 2021 og í 2023.

Omanfyri ber til at hoyra tað sum Julian J. Johansen segði um oyggjaleikaumstøður og oyggjaleikahópin, tá hann vitjaði SportBoxina á FM1 21. juni.

Her heldur Julian J. Johansen røðu í samband við, at nýggju tennisvallirnir vóru tiknir í brúk í Gundadali í Havn 22. juni (Mynd: Havnar Tennisfelag)

(Samrøða við Julian J. Johansen um oyggjaleikir)