Teresa F. Bláhamar vann søguliga bronsu í hæddarlopi

(OYL) Føroysk kvinna hevur ikki kappast í hæddarlopi á oyggjaleikum áður, og tað setir avrikið hjá Teresu F. Bláhamar í perspektiv

Mynd: Fríðrik Bláhamar

Mynd: Fríðrik Bláhamar

Í frælsu ítróttarleguni fegnast tey stórliga. Millum stóru løturnar í dag var bronsuheiðursmerki, ið Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar vann í hæddarlopi á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Pápin, Fríðrikur hevur fingið staðfest, at eingin føroysk kvinna hevur áður kappast í hæddarlopi á oyggjaleikunum í Gibraltar, og tað setur flotta bronsuheiðursmerkið í perspektiv.

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Amy Davis úr Orknoyggjunum javnar við hæddini 1:56 metrar tá kappingin var liðug, og tí fingu báðar bronsu.

Teele Treiel úr Saaramaa vann við 1.74 metrum. Lucy Holden úr Hetlandi gjørdist nummar tvey við 1.59 metrum.

Mynd: Fríðrik Bláhamar