Tey tilnevndu kunngjørd í dag

ÍtróttarSosialurin: Tey tilnevndu til Fótbóltsgalla 2019 eru í blaðnum í dag

Í ÍtróttarSosialinum, sum er í Sosialinum hvønn mánadag, verða tey tilnevndu til Fótbóltsgalla 2019 avdúkaði. Fótbóltsgalla 2019 verður hóskvøldið klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia. Eisini verður sent beinleiðis á FM1.

Í ÍtróttarSosialinum í dag ber eisini til at lesa um Óla Mortensen, ið gevst at svimja. 23 ára gamli havnarmaðurin hevur vunnið yvir hundrað heiðursmerki, men nú ætlar hann at raðfesta familju og útugving.

##med2## 

Les eisini alt um hondbóltsvikuskiftið og annan ítrótt. Jóannes Hansen hevur hugt nærri at farna kappingarári í fótbólti og súkklarin Helgi Winther Olsen svarar fimm spurningum.

Les eisini klummuna, har tað er rós til Kringvarpið og rís til VAR.