Tey venja óansæð veður og vind

Racerunning: Tey eru samd um at lívsgóðskan hækkar við at íðka.

F.v.: Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari, og John Heri Karlsson og Martin Johannesen, íðkarar.

F.v.: Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari, og John Heri Karlsson og Martin Johannesen, íðkarar.

 

- Tað er ein fantastisk kensla at vera troyttur upp á tann góða mátan, sigur John Heri Johansen, ið er spastikari, um at íðka racerunning, ið er renning fyri rørslutarnað við einari súkklu sum hjálparamboð.

Føroyski hópurin av íðkarum í racerunning telur umleið fýra, og venjari hjá teimum er tann einans 20 ára gamli Gunnar Eihilt Sivertsen. Hann koyrir á íðkararnar hjá sær, og tað er ikki bara sum at siga tað hjá teimum at kýta seg.

- Tú skalt minnast til, at spastikarar brúka áleið seks ferðir so nógva orku upp á sínar rørslur sum ein við fullum førleika, sigur Martin Johannesen, ein av royndastu racerunning-íðkarunum.

Hendan dagin vit vitja tey til venjing á Svangaskarði eru veðurlíkindini einki at reypa av, men tað loysir seg hjá teimum at venja óansæð veður og vind.

- Eg gangi betur, havi betri generellar rørslur og betri kropsburð. Eg havi eisini meira orku. Hetta er ein hjálp til lívið og win-win, tí súkklurnar eru ikki bara góðar tá vit eru á teimum, men eisini tá vit eru av teimum, sigur Martin vísandi til betraðu lívsgóðskuna.

Í dagsins Sosiali er drúgv grein um racerunning, har tú eitt nú kanst hoyra áhugaverdar frágreiðingar frá Martini Johannesen um hvussu lívsgóðskan hjá íðkarunum hækkar, og ikki minst um 13 ára gamla Levi Hanusarson, ið júst hevur sett heimsmet í racerunning.

F.v.: Gunnar Eihilt Sivertsen, venjari, og John Heri Karlsson og Martin Johannesen, íðkarar.