Thiem vann US Open

Tennisheimurin hevur fingið ein nýggjan grand slam meistara

Dominic Thiem gjørdist í nátt fyrsti eysturríkari at vinna US Open, eftir at hann sigraði á týska Alexander Zverev í finaluni.

Tað var annars Zverev, ið kom munandi betri frá byrjan, og Zverev vann bæði fyrstu settini við úrslitunum 6-2, 6-4.

Eftir hetta ressaðist Thiem og vann triðja og fjórða sett við úrslitunum 4-6 og 3-6.

Fimta sett endaði við einum tiebreakara, ið Thiem vann, eftir at Zverev sendi bóltin út um síðulinjuna.

Hetta var fjórðu ferð, at Thiem spældi grand slam finaluna, og trýstið var tí eisini stórt á unga eysturríkaranum, sum nú legðist aftrat teimum bert seks spælaranum, ið hava vunnið eina grand slam kapping seinastu 10 árini.

Tað varð annars greitt eftir fjórða umfar í kappingini, at talan fór at vera um nýggjan grand slam vinnara í ár. Marin Cilic varð sligin út í triða umfari, Andy Murray varð sligin út í øðrum umfari, og Novak Djokovic varð sendur heim í fjórða umfari, eftir at hann í illsinni hevði sligið ein bólt í høvdið á einum linjudómara. Federer, Nadal og Wawrinka, ið vóru hinir tríggir, ið hava vunnið eina grand slam síðani 2010, høvdu allir meldað avboð til kappingina.