Tí fekk Unai Emery sparkið

Premier League: Tosaði illa enskt og spælararnir mistu álitið

Tað kemur ikki sum nakar skelkur í Onglandi, at Arsenal í dag hevur koyrt venjaran, Unai Emery. 48 ára gamli spaniólin skuldi lyfta London-felagið, eftir 22 ár við Arsené Wenger. Tey seinnu árini gekk minni gott og tí skuldi nýtt lív í felagið.

Eftir næstan hálvt annað kappingarár, leitar Arsenal aftur eftir nýggjum venjara. Í dag boðaði Arsenal frá, at Unai Emery er koyrdur og at fyrrverandi spælarin, Freddy Ljungberg, sum hevur verið partur av venjaratoyminum, tekur fyribils við.

##med2## 

Bretskir miðlar skriva í dag, at Unai Emery hevði stórar trupulleikar við at tosa nøktandi enskt. Tað gekk so illa, at spælararnir í fleiri førum ikki skiltu taktikkin og hvat venjarin vildi. Hann er annars tiltikin fyri at verða ein grundigur venjari, sum eisini hevur prógvað tað við Sevilla, har hann vann Europa League tríggjar ferðir upp í slag.

Í fjør bleiv Arsenal nummar fimm í Premier League, men kom í Europa League finaluna. Liðið tapti tó móti Chelsea og spælir tí aftur Europa League í ár. Tað verður eisini sagt, at Unai Emery ikki megnaði at tilpassa seg Premier League, og at hann ikki hevði eitt gott samstarv við ítróttarstjóran, Edu.

##med3##

Longu fyri einum mánaði síðani vistu bretskir miðlar, at spælararnir ikki stuðlaðu venjaranum. 2-2 javnleikurin móti Southampton fyri viku síðan var dropin, men áðrenn leiðslan kláraði at finna ein avloysara, so tapti Arsenal á heimavølli móti týska Eintracht Frankfurt í Europa League.

Bretskir miðlar siga seg vita, at Unai Emery var ein egin maður, sum hevði trupult við at vinna álit millum spælararnar. Størsti trupulleikin var samskiftið og harvið bleiv torført at útføra taktikkin. Unai Emery náddi at verða venjari hjá Arsenal í 18 mánaðir.