Tí spælir Sonni Ragnar so lítið

Venjarin greiðir nú frá hví føroyski landsliðsmiðverjin fær so lítið av spælitíð í FC Fredericia.

Tað er ikki tað nógva av spælitíð, sum Sonni Ragnar Nattestad hevur fingið í FC Fredericia í vár. Fimm dystir er tað blivið til, har hann í tveimum teirra er byrjaður inni, meðan hann í hinum trimum hevur verið innskiftari og fingið tilsamans 22 minuttir á vøllinum.

FC Fredericia spældi í dag ímóti Viborg FF. Ein dystur, sum varð taptur 2-1, og har Sonni Ragnar Nattestad sat á bonkinum allan dystin.

Venjarin hjá FC Fredericia, Jonas Dal, sigur í samrøðu við Vejle Amts Folkeblad, at manglandi spælitíðin hjá føroyska landsliðsmiðverjanum kemst av at hann hevur havt fleiri smærri skaðar, og at hann tí framvegis ikki er komin heilt upp í snúningar.

- Seinast hann spældi regluliga, var tá ið hann var útleigaður til Aalesund. Vit vistu væl, at vit máttu hava tol, tá ið vit skrivaðu undir við hann, men teir nógvu lítlu skaðarnir hava argað. Soleiðis er tað, tá ið man arbeiðir við menniskjum, og ikki maskinum, sigur Jonas Dal.

- Hann var ikki í superformi, tá ið hann kom til okkara. Hvørki kropsliga ella við time'ingini, ið tú fært av at spæla dystir. Hann er ein leikari undir uppbygging, sigur Jonas Dal og vísir á, at verandi miðverjar, Erik Nissen og Mads Eriksen, eisini hava gjørt tað gott.

Jonas Dal og Sonni Ragnar Nattestad kennast frá tíðini í FC Midtjylland, og Jonas er eisini tryggur við, at hann nokk skal fáa føroyingin upp aftur í snúningar.

- Vit hava ikki skund. Eg veit hvussu góður spælari hann er, og vit skulu nokk fáa hann í gongd, vissar FC Fredericia-venjarin um.

24 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad, ið áður hevur spælt við FC Midtjylland, AC Horsens, Vejle, FH, Fylkir, Molde og Aalesund, hevur sáttmála við FC Fredericia fram til í juli 2021.