Tíðindafundur: Graslíki er ikki ein umbering

Norskur landsliðsspælari heldur ikki, at graslíki kann verða ein umbering

Mynd: (Álvur Haraldsen) Markus Henriksen á tíðindafundi í B36-húsinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Markus Henriksen á tíðindafundi í B36-húsinum

Norska landsliðið hevur havt tíðindafund undan EM-undankappingardystinum móti Føroyum, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Tað var Markus Henriksen, ið spælir við Hull City í Onglandi, sum tosaði vegna spælararnar.

Tá Spania hevði tíðindafund fyri nøkrum døgum síðani, var graslíki ein av stóru evnunum. Soleiðis var ikki í dag men tað kom tó ein spurningur um undirlagið. Graslíki er ikki óvanligt í Norra.

- Veðrið er sum heima í Norra og flestu av spælarunum hjá okkum, eru frá einum ættarliði, sum hevur spælt á graslíki. Hetta gleða vit okkum til, sigur Markus Henriksen.

 ##med2##

Tað er svenski Lars Lagerbäck, sum er norskur landsliðsvenjari. Hann tekur undir við við spælarunum hjá sær.

- Tað er ikki ein umbering at spæla á graslíki, men tað kann blíva ein mental avbjóðing, um vit gera tað til ein trupulleika, sigur Lars Lagerbäck.

Markus Henriksen tosaði eisini um at norska liðið skal verða meiri avgjørt. Norra var á odda 2-0 móti Rumenia í dystinum fríggjakvøldið, men endaði við at spæla 2-2.

 ##med3##

- Vit skulu sjálvandi verða meiri avgjørdir, tá vit eru á odda 2-0, men vit skulu framvegis royna at skora til 3-0 og 4-0. Tá Rumenia skorar, so missa vit mótið og liðið fer upp í límingini. Vit hava spælarar, sum hugsa framrættað, vit hava spælarar, sum hugsa verjukent. Lykilin er at møtast miðjuni, sigur Markus Henriksen.

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##
##med4##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Markus Henriksen á tíðindafundi í B36-húsinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Norska landsliðið kom til landið í gjár og hevur í dag vant á Tórsvølli

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Lagerbäck, landsliðsvenjari hjá Norra