Tíðindafundur í FSF: Her er nýggja venjaratoymið

Nýggi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, hevur presenterað nýggja venjaratoymið

Beinleiðis:

Håkan Ericson orðið og bjóðar vælkomin. Hann leggur nú fram uppsetingina hjá Fótbóltssambandinum í samband við A-landsliðið. Hann byrjar við fyrisitingini hjá Fótbóltssambandinum.

Síðani verður tað farið til tann ítróttarliga partin, har ein nýggjur postur er á landsliðnum. Tað er ein "mental coach". Ein sálarligur venjari, sum Håkan Ericson eisini kallar fyri ein "lívstílsvenjara", sum eisini skal hyggja eftir heildini.

Næsta punkt er ein fysioterapeut og ein høvðuskropsligurvenjari. Hann tosar eisini um U21-landsliðið, har Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari. Hann sigur millum annað, at U21 ikki skal spæla eins og A-landsliðið, men tað verða ting, sum koma at ganga aftur.

Venjaratoymið: Håkan Ericson, Eli Hentze, hjálparvenjari, Andras Gango, málmansvenjari. Kropsligur venjari, Magni Mohr. Sálarligurvenjari, Igor Adoris. Høvðuslækni Jón Clementsen, saman við Elmar Ósá, Heini Harryson og Djóni S. Joensen.

Rickard Dahan verður høvðusfysioterapeut saman við Øssur Steinholm og Álvur Hansen.

At hyggja eftir mótstøðuliðnum eru settir Sigfríður S. Clementsen og Jógavn Martin Olsen, sum fáa hjálp av Áka Johansen og Pætur S. Clementsen.

Málið við nýggja toyminum:

At menna umhvørvið til A-landsliðið og U21-landsliðið

At optimera menningina av einstaka spælaranum

At skapa eitt lið av dugnaligum einstaklingum

At geva feløgunum í Føroyum betri møguleikar at menna spælarar

At skapa ein stóran áhuga fyri feløgunum, miðlunum og viðhaldsfólkunum

Håkan Ericson um Rickard Dahan: Eg havi arbeitt saman við honum á svenska U21-landsliðnum. Hann er ein av teimum, sum eg havi valt at taka við útifrá.

Håkan Ericson um Igor Adoris: Eg havi altíð havt áhuga fyri tíð mentala partinum. Eg haldi tað er týdningarmikið at tað kropsliga og tað mentala hongur saman. Igor Adoris er mín favorittur á hesum økinum.

Håkan Ericson um Magni Mohr: Eg fekk skjótt at vita, at her búði ein kropsligurvenjari, su hevur arbeitt við eltuni í millum annað Italia. Eg helt tað ljóðaði áhugavert og spurdi hvør hann var. Nú er hann partur av venjaratoyminum.

Undan tíðindafundinum:

Håkan Ericson, nýggjur landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum, hevur í dag innkallað til tíðindafund í Fótbóltssambandinum. Orsøkin er, at nýggja venjaratoymið hjá A-landsliðnum verður kunngjørt.

Vit fylgja tíðindafundinum beinleiðis  

Sum skilst, so verður talan um fysiska venjaran, Magna Mohr, sálarliga venjaran, Igor Ardoris og fysioterapeuturin, Richard Dahan. Magni Mohr er eitt kent navn í føroyska ítróttarheiminum, har hann hevur arbeitt við fleiri føroyskum feløgum, umframt at hann hevur verið knýttur at feløgum sum Chelsea, Juventus og seinast sum partur av venjaratoyminum í spanska Deportivo La Coruna. 

Svenski Igor Ardoris er sálarligur- og sinnisvenjari. Hann hevur arbeitt nógv við ítróttarfólki, men eisini við fólki sum koma í pressaðar støður. Eitt nú løgreglufólk, fólk í sjúkrahúsverkinum og vinnulívsfólk. Hann útmerkar seg sum ein sálarligur- og sinnisvenjari, ið lærir fólk at tapa – fyri síðani at kunna vinna.

 ##med2##

- Áðrenn vit hava lært at missa og tapa við tign; áðenn vit hava lært at møta okkara dirvisloysi, øvundsjúku og ótryggleika samstundis sum vit hava okkara sjálvsvirðing, so er “viljin at vinna”, bara ein desperatur og óttafullur dystur fyri ikki at tapa, sigur Igor Ardoris á heimasíðu síni.

Richard Dahan er sum skilst ein svenksur fysioterapeut við nógvum royndum í fótbóltsheiminum, har hann millum annað hevur verið við til at hjálpa ongum minni enn Zlatan Ibrahimovic, tá hann meislaði sær knæðið í tíðini sum Manchester United spælari. Bolt.fo skrivar, at Andras Gango verður nýggjur málmansvenjari. Hann hevur verið málmansvenjari hjá Tromsø í Norra seinasta árið.

Mynd: Igor Adoris