Tíðindafundur í Spania: Spælararnir vilja gera tað betri

Tíðindafundur er á El Molinon leikvøllinum í Gijón. In.fo er á staðnum. Tíðindafundurin byrjar við, at Lars Olsen sigur nøkur orð.

Lars Olsen: Vit spældi hósdagin móti Svøríki og vandu fríggjadagin í Føroyum, áðrenn vit komu her til Gijón. Vi tkomu seint um kvøldið og vit fyrireika okkum nú til dystin.

- Til dysti móti Svøriki kann eg bara siga, at vit spældu ein vánaligan dystin. Tað sum eg tó kann lesa á andlitinum á spælaranum er, at teir eru sinnaðir at gera tað betri.

- Um Spania vil eg siga, at teir eru tað besta liðið í bólkinum. Ongin ivi um tað. Teir hava eisini bóltin nógv – óansæð hvørjum teir spæla ímóti. Tí verður hetta ein torførur dystur.

- Til seinast vil eg senda alt mítt mest til Luis Enrique og familjuna hjá honum.

 

Gunnar Nielsen: Eg eri vanur við føroyska liðið er undir trýstið, so tað verður ikki nakað nýtt, men Spania er millum bestu liðini í heiminum. Eg gleði meg bara at sleppa at vísa hvat vit kunnu, men tað verður torført.

- Spania hevur eitt fantastikt lið. Tá tú ert millum tey bestu, so hevur tú ein møguleika at vinna EM. Tá tú ert í elituni, so eru tað tey smáu tingini, ið gera munin. Nú mugu vit bara gera okkara besta og aftaná dystin ynskja vit Spania alt tað besta.

15.41: Tíðindafundurin er liðugur og spælararnir fara nú at venja.