Tíðindafundur: Lars Lagerbäck letur væl at føroyska liðnum

Hann setir orð á styrkina og ein stóran veikleika hjá føroyska landsliðnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Lagerbäck (Í miðjuni) og Markus Henriksen (t.h) á tíðindafundi í dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Lagerbäck (Í miðjuni) og Markus Henriksen (t.h) á tíðindafundi í dag

Norska landsliðið hevur havt tíðindafund undan EM-undankappingardystinum móti Føroyum, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Tað er svenski Lars Lagerbäck, sum er norskur landsliðsvenjari. Hann metir føroysku styrkina liggja í samlaðu eindini. 

- Eg haldi at føroyska liðið hevur eitt høgt kollektivt støði, um vit samanbera við eitt nú Elituseriuna ella Allsvenskan. Hyggja vit eftir teimum sum einstaklingar, so eru teir kanska ikki so góðir, men tað er sum lið, at føroyska landsliðið hevur sína styrki, sigur Lars Lagerbäck og leggur afturat:

 ##med2##

- Føroyar hava júst tapt 4-1 móti Spania. Eg ivist hvussu nógv av liðunum í norsku deildini høvdu klárað tað. Hetta er eitt lið, sum er torført at bróta niður og ikki ein lið, sum tú bara vinnur stórt á, sigur Lars Lagerbäck.

Hann spældi tvær ferðir móti Føroyum sum íslendskur landsliðsvenjari. Tá var talan um tveir venjingarlandsdystir, sum Ísland vann tepurt.

 ##med3##

- Lars Olsen skal hava rós fyri mátanum, sum føroyska liðið spælir. Eg haldi at eitt nú lond sum Malta og San Marino spæla meiri sum einstaklingar, men tað er nógv torførari at spæla móti Føroyum. Tit hava styrkina í liðnum, eru væl skipaðir, arbeiða hart og eru kropsliga væl fyri, sigur norski landsliðsvenjarin.

Spurdur um hann sær nakrar veikleikar, so nevnir hann støðið, ið fleiri av føroysku spælarunum spæla á.

- Skal eg nevna eitt handikapp, sum føroyska liðið hevur, so má tað verða at ov fáir spælarar spæla á høgum stigi, sigur ein væl talandi Lars Lagerbäck á tíðindafundinum í B36-húsinum í dag.

 

Kritiskir miðlar í Norra

Norsku miðlarnir eru í løtuni kritiskir um gongdina hjá landsliðnum. Eitt er at liðið hevur tapt 2-1 í Spania, men síðani hevur Norra spælt javnleik 3-3 móti Svøríki og 2-2 móti Rumenia. Her hevur Norra verið á odda í báðum dystunum. 

- Vit hava latið ov nógv mál inn. Tað er ongin ivi um tað, men vit dominera dystin móti Rumenia og vóru nærri 4-0, enn at tað blívur 2-2. Rumenia skapar bara tveir møguleikar út yvir málini, sigur norski landsliðsvenjarin.

Síðani vóru fleiri spurningar um vantandi útskiftingar og um manglandi leiðarar á liðnum. Her segði Lars Lagerbäck millum annað, at tað ber ikki til skifta út bara fyri at skifta út. Her var kritikkurin, at hann ikki megnaði at bróta rumensku rútmuna, tá teir vóru omaná seinastu løtuna. Eisini bleiv spurt um Lars Lagerbäck heldur fram sum norskur venjari. Her vísti hann til norska fótbóltssambandi. Sum heild var talan um ein lívligan tíðindafund, har tað bleiv tosað aftur og fram millum landsliðsvenjaran og tíðindafólkini.

##med4## 

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##

##med5##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Lars Lagerbäck (Í miðjuni) og Markus Henriksen (t.h) á tíðindafundi í dag

Mynd: (Álvur Haraldsen) Norska landsliðið kom til landið í gjár og hevur í dag vant á Tórsvølli